Í farnu viku legði Annika Olsen, sum er norðurlendskur samstarvsráðharri, uppskot frá Norðurlendska ráðharraráðnum um at Norðurlond skulu samstarva fyri at bara menniskjahandli.
Og nú er so avgjørt at játta fleiri pengar til arbeiðið at steðga menniskjahandli, boðar løgmansskrivstovan frá beint nú. - Handil við menniskjum er grov vanvirðing av mannarættindum, sigur Annika Olsen. - Eisini í Norðurlondum er trupulleikin eyðsýndur, leggur hon afturat. - Hetta er ein vanlagna fyri ofrini, og vit kunnu ikki góðtaka slíkan ágang sleppur í okkara samfelag, sigur hon.
Herferðin ímóti menniskjahandli er ikki einføld og Ráðharraráðið fer at virka fyri, at Norðurlond fara at samstarva við baltalondini um hesar spurningar. - Endamálið er at tryggja, at bæði vitan og royndir skulu koma øllum til góðar og lagt verður upp til, fleiri øki samvirka í átakinum ímóti menniskjahandil. - Lógarverk, arbeiðsmarknaður og heilsu- og almannaøki eru dømi um samstarv, ið skulu styrkjast næstu trý árini.
|