Vilja forða fyri at druknivanlukkum í Føroyum

Nú fara tey at varpa ljós á druknivanlukkur

Mánadagin, tað er 25. juli, er altjóða dagur til at fyribyrgja av druknivanlukkur og hesa næstu vikuna verður  vljós varpað á hendan dagin. Eisini í Føroyum hevur Svimsisambandið tikið stig til at varpa ljós á dagin og eitt tiltak í hesum sambndi verður ein serlig heimasíða, umframt at blátt ljós fer at lýsa bygningar og tunlar runt landið, upp. Heimasíðan eitur druknifyribyrging.fo

 

Svimjisambandið er limur í altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, sum er við at samskipaa hetta altjóða tiltakið undir WHO, sum er heimsheilustovnurin undir ST, og sum samskipar tiltøkini á altjóða stigi.

 

Í ár er høvuðsevnið fyri degnum, at gera eitt ítøkiligt fyri at bjarga lívum. Í hesum sambanið er fremsti boðskapurin hjá Svimjisambandinum at fólk, sum fara at svimja, skulu altíð hava onkran við sær. Hetta er tí at hagtøl vísa, at nógvar druknivanlukkur henda, tá ið fólk eru einsamøll.

 

Ein annar boðskapur er at læra fólk at verða tryggir svimjarar og lívbjargarar, ið altíð hugsa um trygdina, tá ið vandi er fyri at kunna drukna. Og harumframt er tað ein boðskapur, at forða fyri at børn, serliga smábørn, kunnu koma í eina støðu, har koma í vanda.

 

Eitt serligt tiltak, sum WHO eisini leggur upp til, er at »fara í blátt« fyri hesum altjóða degi, við at lýsa upp okkurt eyðkent við bláum ljósi. Her hava tey fingið eina røð av samstarvsfeløgum ið vilja lýsa upp bygningar og annað.