Vilja gera Klaksvík til demens-vinarligan bý

Klaksvíkar Býráð hevur játtað pening til serlig átøk fyri minnisveik

Nú skulu tey, sum eru minnisveik -dement- hava tað betri í Klaksvík.

 

Klaksvíkar býráð hevur nevniliga játtað 100.000 krónur til ymisk tiltøk, sum hava til endamáls at gera Klaksvík til ein demens-vinarligan bý, sum tey kalla tað.

 

Landið hevur eina demensætlan, men nú ætla tey í Klaksvík at gera eina lokala demensætlan og tað eru starvsfólkini á Búðatrøð, sum hava sent Klaksvíkar kommunu skriv við uppskotum um, hvussu Klaksvík kann gerast ein betri býur fyri tey, sum eru minnisveik.

 

Tey halda, at tað er nógv, sum tey kundu farið í holt við, og tí hava tey gjørt av at leggja serligan dent á trý viðurskifti í hesum umfari.

 

Í fyrstu atløgu fara tey at gera ein kunnandi faldara um demens og í september er ætlanin at skipa fyri  evnisdegi um demens í september.

 

Tey ætla eisini at skipa fyri tiltøkum fyri minnisveikar menn við. Tað skulu vera tiltøk, sum hava tilknýti til sjómanslívið og í hesum sambandi er ætlanin at leiga træskipið, Dragan átta ferðir í summarhálvuni, har hvør túrur varar í tríggjar tímar.

 

Hetta er ikki eitt tiltak, sum stendur á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Býráð, men ætlan er at lata eina eykajáttan til endamálið.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at tað letur seg gera, tí at higartil í ár hevur kommunan fingið yvir fýra milliónir meiri inn í skatti enn í fjør, og tey vita eisini longu nú, at í ár fer eisini partafelagsskatturin at vera hægri enna hann var í fjør

 

Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir sigur, at hesi trý tiltøkini eru eru bara tey fyrstu stigini av fleiri tiltøkum, sum ætlanin er at seta í verk, og at áheitanin frá starvsfólkunum á Búðatrøð er eitt úrslit av eini tilgongd, sum er sprottin í býráðnum.

 

- Ætlanin er at kunna fólk betri um, hvat tað ber í sær, at fólk eru minnisveik og endamálið er eisini at bera so í bandi, at fólk, sum eru minnisveik, kunnu ferðast tryggari í Klaksvík.

 

- Klaksvík er ein stórur býur, sum minnisveik fólk hava ilt við at ferðast í. Bara tað, at fara í bankan, á posthús, ella aðrastaðni, kann ofta tykjast ógvuliga møtimikið hjá fólki, sum eru minnisveik, leggur Óluva Klettskarð afturat.

 

- Eitt, sum vísir seg, er, at tað eru ógvuliga fá tiltøk fyri minnisveikar menn, og tí hava tey gjørt av at leiga Dragan við tí endamálið at fara í fjørðin við minnisveikum monnum.

 

Men Óluva Klettskarð sigur, at eitt endamálið við demensdegnum er, at fólk aðrastaðni, sum hava minnisveik fólk at gera, kunnu koma til Klaksvíkar, at kunna seg um, hvat tað merkir at verða minnisveik.