Vilja hava at vita um suðuroyingar føla seg trýstar

Kanningarnar fyri at staðfeseta, um landsstýrið hevur brotið lógina í sambandi við ætlanin at byggja ellis-og røktarheim í Vági,eru ikki lidnar enn

Kanning
 

- Hevur landsstýrið lagt trýst á kommunurnar fyri at fáa tær at byggja ellis- og røktareim á stykkinum í Vági, har miðnámsskúlin upprunaliga skuldi byggjast.
Og um so er, hevur landsstýrið so víst kommununum á nakrar sakligar grundgevingar fyri hesum.
Hetta eru tveir spurningar, sum Landsstýrismálanevndin nú vil hava svaraðan.
Landsstýrismálanevndin hevur tískil sent øllum kommununum í Suðuroy skriv við nøkrum spurningum í samabandi við ætlanin at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Landsstýrismálanevndin hevur nú í eina tíð arbeitt við eini kæru, sum Høgni Hoydal hevur lagt fyri nevndina.
Í kæruni vil tjóðveldismaðurin hava  landsstýrismálanevndina um at taka alt málið upp í sambandi við ætlaða ellis- og røktarheimið í Vági.
Ikki minst vil hann hava nevndina at kanna, hvønn leiklut, Landsstýrið hevur havt í málinum.
Høgni Hoydal mælir beinleiðis nevndini til at krevja, at løgtingsformaðurin setir kanningarstjóra at kanna um løgmaður, landsstýrismenn og fyrisitingar teirra, hava hildið seg til galdandi lógir og reglur á økinum ella hava fyrisitið eftir góðum fyrisitingarsiði, um tey hava hildið notatskyldu, hava hildið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, hava hildið fyristingarlógina og hava hildið stýrisskipanarlógina. 
Eitt, sum Høgni Hoydal hugsar um í hesum føri, er, hvørja heimild landsstýrið hevur havt at bjóða kommununum í Suðuroy serlig lán frá landsstýrinum.
Landsstýrismálanevndin er komin væl áleiðis við kanningunum, men nú vil hon hava kommunurnar í Suðuroy at svara nøkrum spurningum
Eitt nú hevur vanlig mannagongd verið, at tað eru kommunur, sum taka stig til at byggja ellis-og røktarheim.
Men nú vil landsstýrismálanevndin hava at vita, um tað eru kommunurnar ella landsstýrið, ið tóku stig til at fara undir at byggja eldrarøktina í Suðuroy út..
Nevndin vil eisini hava at vita, hvat veruligi tørvurin á røktarplássum er í Suðuroy og, hvussu nógv fólk bíða í løtuni eftir ellis- og røktarheimsplássi í hvørjari bygd í økinum.
Kommunurnar skulu eisini siga um tær halda, at mismunur er gjørdur á kommununum og um tær hava havt útreiðslur útfrá tí, at tilsøgnin um serliga fígging var bindandi.