Vilja hava betri sømdir frá ALS

Tey,sum ikki fáa arbeitt fulla viku fyri vegur, eiga at fáa endurgjald frá ALS, heldur Føroya Arbeiðarafelag

 

ALS


Arbeiðsfólk eiga at fáa betri sømdir frá Arbeiðsloysisskipanini.

Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag.

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, varð einmælt samtykt at arbeiða fyri, at arbeiðsfólk fingu betri sømdir frá ALS.

Tað var Arbeiðsmannafelagið Roynd í Hvalba, sum legði fyri aðalfundin at Føroya Arbeiðarafelag skuldi arbeiða fyri at verkafólk fingu betri sømdir í ALS.

Hvalbingar hugsa um tey, sum ikki fáa fulla arbeiðsviku fyri veður, men kanska bara tveir, tríggjar dagar um vikuna.

?Hesi eiga at fáa tað, sum manglar í fulla viku, frá ALS.

Teir vísa á,at tað eru nógv arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá byggivirkjum, hjá kommunum og øðrum, sum ofta ikki fáa arbeitt fyri veður, helst um veturin.

Og teir halda, at lógin hjá AlS eigur at verða broytt soleiðis, at teir kunnu fáa ískoyti frá ALS fyri teir dagarnar, sum teir missa fyri veður.

Teir vísa m.a. til fiskavirkisskipanina, har tey, sum ikki fáa fulla viku á flakavirkjunum, fáa ískoyti frá ALS.


Fáa ongar sømdir

Ingeborg Vinther,formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði, at hetta er ein spurningur, sum ofta hevur verið frammi í ALS.

Hon situr sjálv í stýrinum fyri ALS. Hon segði, at seinast ALS-lógin varð broytt, varð roynt at fáa hetta upp í, tí tað eru nógv fólk, sum eru fyri stórum lønarmissi, tí tað mangan viðrar ov illa til at arbeiða úti.

Tað vann ikki frama tá. Men Ingeborg Vinther segði, at hon helt avgjørt, at hetta málið skuldi verðið tikið uppaftur.

Og aðalfundurin samtykti einmælt, at tað skuldi Føroya Arbeiðarafelag gera.

Andrias Berglíð, sum eisini situr í stýrinum fyri ALS, segði, at hetta málið hevur verið frammi oftani.

?Men vit muu ásanna, at umboðini fyri arbeiðsgevararnir í stýrinum vilja ikki gera nakrar sum helst broytingar í ALS, sum gagna arbeiðarsfólkinum.

? Tí er tað sera trupult at fáa mál samtykt í ALS, sum arbeiðarafeløgini leggja fram.

Orsøkin til tað er, at formaðurin hevur avgerandi atkvøðuna, tá ið tað stendur á jøvnum og tað helt hann vera órættvíst.