- Flokstingið mælir flokkinum til at herða tjóðskaparstríðið. Semja var um, at flokkurin sum skjótast og virkin fer inn í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður, so føroyingar á eini objektivari grund – uttan fíggjarligar bindingar – fáa tikið støðu til politisku framtíðarstøðu landsins. Stríðið fyri sjálvstøðu tjóðarinnar skal áhaldandi vera stavnamerki floksins, og virkast skal til frama fyri hesum áhaldandi, hagar til rokkið er á mál.
Hetta skrivar Tjóðveldi millum annað í yvirlýsingini frá Flokstingið floksins, sum er í Klaksvík í dag. Flokkururin skrivar eisini, at Flokstingið stuðlar politiska samstarvinum í CEF samgonguni, men vísir á, at tað eru avmarkingar á fullveldisøkinum.
- Flokstingið stuðlar politiska samstarvinum í CEF-samgonguni. Fyri ein flokk, ið hevur sum alra fremsta mál í stevnuni at flyta Føroyar úr donskum heimastýri inn í eina føroyska republikk, eru eyðvitað avmarkingar í samgonguskjalinum í mun til stevnu floksins. Hinvegin er eydnast at býta ríkidømið javnari, at skipa ein meiri sjálvbjargnan búskap, at taka stór mál heim og at fremja nýskipanir á týðandi samfelagsøkjum, sum fara at gagna framtíðini og framtíðartryggja samfelagið til eina støðu, har Føroyar eru javnbjóðis partur millum aðrar tjóðir í altjóða høpi, skrivar Flokstingið.
Les alla yvirlýsingina við at trýsta her