Fleiri ES-lond hava gjørt greitt, at Kroatia fær ikki limaskap í samveldinum, fyrr enn landið útflýggjar generalin Ante Gotovina, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum á Balkan í nítiárunum.
Ante Gotovina stóð á odda fyri einum blóðugum kroatiskum álopi á serbarnar í landspartinum Krajina í august í 1995. Minst 150 fólk doyðu, fleiri hundrað hvurvu, og næstan 200.000 vórðu rikin frá húsi og heimi. Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur fleiri ferðir biðið kroatisku myndugleikarnar útflýggja generalin, men higartil uttan úrslit.
Nú vil ES ikki bíða longur. Á toppfundinum, sum samveldið fer at halda um fjúrtan dagar, verður málið um generalin tikið upp, og tá fær kroatiska stjórnin væntandi at vita, at landið fær ikki limaskap, fyrr enn Ante Gotovina er latin dómstólinum í Haag.