Vilja hava gjald fyri seyðahald

Tvøroyrar Kommuna bíðar eftir einum loyvi frá fútanum um at taka upp seyð, sum er farin inn har, hann ikki hoyrir heima, og afturfyri eitt gjald lata hann aftur til eigaran. Hetta kemur fram eftir at Suðuroyarportalurin skrivar um herviliga seyðin í Suðuroy, sum gongur inn í kirkjugarðin á Tvøroyri og etur omanav gravunum og brýtur kirkjugarðsfriðin.

- Tað sum pínir allarmest, er at síggja mongdirnar av seyðasparli, sum liggja á gravunum, sigur lesari hjá Suðuroyarportalinum.

Um Trongisvágsfjørð eru tríggjar markatalsbygdir, Trongisvágur, Froðba og Øravík. Froðba og uttari partur av Trongisvágshaganum hava tikið undir við vetrarfriðingini, og hesar partar er longu stikað framvið. Hinar hagapartarnar fær kommunan einki gjørt við, og ístaðin fyri at brúka milliónir upp á rulluportur, hevur kommunan biðið fútan um loyvi at taka seyðin upp og noyða eigaran at lata eitt ávíst gjald fyri at fáa seyðin aftur.

Henda umsókn varð send inn í mai í fjør, og enn verður bíðað eftir svari.