Vilja hava greitt svar um atburðin hjá John Johannessen

Sjálvstýrisflokkurin vil hava at vita um Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri málburðin hjá John Johannessen, sum teir halda var uttan fyri mansømiligt mark Málburðurin hjá John Johannessen, sum er politiskur formaður í Javnaðarflokkinum og triði næstformaður í Føroya Løgtingi, elvir nú aftur til rok í tinginum.

Hesuferð er tað Sjálvstýrisflokkurin, sum vil hava at vita, um allur Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri málburðin, sum John Johannessen brúkti ímóti Kára á Rógvi, tingmanni Sjálvstýrisfloksins av tingsins røðarapalli í hesi vikuni.

Í tinginum segði John Johannessen, at Kári á Rógvi kann ikki samskifta við nakran annan uttan um fjølmiðlar.

- Tí ber ikki til at hava nakað samskifti við Kára á Rógvi ella fáa semjur við Kára á Rógvi. Tað ber snøgt sagt ikki til, tað er ómøguligt, hóast hann letst til nakað annað útattil. Maðurin kann snøgt sagt ikki gera nakra avtalu við nakran, segði politiski formaður Javnaðarfloksins.

Hetta er fallið Sjálvstýrisflokkinum fyri bróstið og hann hevur nú spurt Javnaðarflokkin, um allur flokkurin stendur aftanfyri eina slíka útsøgn.

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum heldur, at málburðurin hjá John Johannessen fór út um mansømiligt mark og var fullkomuliga ógrundaður og flokkurin følir tað, sum eina niðurgerðing av tingmanninum.

Kári P. Højgaard bað um eina umbering, men John Johannessen, gjørdi púra greitt, at tað fekk hann ikki. Og tí verður Javnaðarflokkurin spurdur beinleiðis, um hetta er eitt sjónarmið, sum allur flokkurin tekur undir við.

- Tingsins røðarapallur skuldi havt hægstu tign, og tað skal tí ikki fara óatalað aftur við borðinum, at næstformaður Javnaðarfloksins og limur í formanskapinum, málber seg á slíkan hátt og kemur við slíkum ógrundaðum útsøgnum, sigur Kári P. Højgaard í opnum brævi til Javnaðarflokkin

Hann vil ikki siga, hvørjar avleiðingarnar verða, svarar Javnaðarflokkurin aftur, at hann tekur undir við politiska formanninum.

Eg vóni, at Javnaðarflokkurin heilt og fult tekur frástøðu frá útsøgnunum, men hvat vit so gera, taka vit upp, tá ið svarið kemur, sigur hann.