Felagsskapurin, Veðurlagslóg Nú, mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja, at hybridbilar og plug-in hybridbilar eisini sleppa undan at rinda avgjald til landskassan, eins og elbilar sleppa. Tað sigur felagsskapurin í eini fráboðan í kvøld.
Í gjár samtykti Løgtingi at hybridbilar, plug-in hybrid bilar, og elbilar skulu sleppa undan avgjaldi í eina tíð afturat, men Løgtingið skal atkvøða um tað eina ferð afturat, áðrenn tað verður endaliga samtykt. Og tað verður í morgin, at Løgtingið fer at gera tað.
– Verður tað samtykt, at eisini hybridbilar, plug-in hybrid bilar sleppa undan avgjaldi, fer tað at seinka umleggingini til grøna orku og so verða vit bundin at olju í longri tíð enn neyðugt, siga Elsa Berg, Ingmar V. á Løgmansbø og Jón Kragesteen í felagsskapinum, Veðurlagslóg Nú.
Annars hava bæði Umhvørvisstovan, Sev og landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, eisini mælt frá at lækka avgjaldið á hybridbilum.
– Í orðaskiftinum seinastu dagarnar, eru samgongulimir, landsstýrisfólk og bilasølur komin við fleiri skeivum páhaldum um, at elbilar, ella el-netið, ikki eru nøktandi, og at tørvur tískil er á einari millumloysn við hybridbilum, siga tey trý.
Elbilar hava tríggjar stórar fyrimunir. Tann fyrsti er, at teir koyra langt við 100 prosent varandi orku. Ein annar fyrimunur er at teir eru serstakliga effektivir og í triðja lagi eru teir einfaldir at gera, at reka og at halda.
_ Við hesum eginleikunum kunnu elbilar gera okkum sjálvbjargin við reinari, føroyskari orku, so vit spara bæði olju, útlát og pengar, siga tey.
– Hybrid og plug-in hybridbilar hava ongar av hesum fyrimununum. Hybridbilar nýta bara diesel ella bensin, og hóast tú kanst løða ein plug-in hybridbil, kann bilurin ikki koyra uttan at hava brennevni í tanganum.
– Úrslitið er, at keyparin bæði skal hugsa um at fylla tangan og at løða bilin. Royndirnar vísa síðan, at tey, sum hava plug-in hybridbilar, als ikki løða bilarnar og avleiðingin er, at útlátið ikki minkar nevnivert við hybridbilum, og vit verða framvegis tengd at olju, siga tey.
– Tískil er tað einasta rætta at eggja fólki til at keypa elbil, næstu ferð tey keypa bil og harvið veruliga at gera nakað fyri at minka um CO2 útlátið.
Tey sigal, at Sev klárar at taka móti fleiri túsund elbilum aftrat uttan stórvegis íløgur. Orsøkirnar eru, at elbilar virka sum orkugoymslur og eru við til, at at javna streymnýtslan út. Tey flestu, sum eiga elbil, løða hann um náttina, tá varandi orka í stóran mun, annars fer til spillis, tí tá verður so lítið av streymi brúktur.
– At eggja fólki at keypa hybridbilar nú, kann koma teimum aftur um brekku, tí hjá bilaframleiðarar er rákið longu nú, at skift verður til at gera elbilar. Spurningurin er tí, hvat virði ein hybridbilur hevur um eini fýra ár, siga tey.
– Vandin er, at fólk sum keypa hybridbil gera eina íløgu, ið hvørki loysir seg umhvørvisliga, ella fíggjarliga, siga tey trý.
Tí hava tey hesi tilmælini til Løgtingið:
- Leingið fullu mvg-frítøkuna til elbilar minst fram til 2023, helst væl longri
- Leingið fullu mvg-frítøkuna til hitapumpur
- Minkið mvg-frítøkuna í minni stigum
- Ikki veita hybridbilum MVG-frítøku ella avgjaldslætta!
- Plug-in hybridbilar skulu helst ikki sleppa undan mvg, ella í minsta lagi skal avslátturin verða nógv minni enn hann er til elbilar.
- Plug-in hybridbilar eiga at gjalda hægri avgjald enn elbilar- Veitið mvg-frítøku til súkklur, el-súkklur, smáverk og bjálving- Manglar fígging, er bara at áseta ein kolvetnis-skatt, siga tey trý í Veðurlagslóg Nú.