Vilja hava Liverpool kannað fyri snýt

Fleiri feløg vilja vita, um Liverpool og Jurgen Klopp hava logið um positivar koronukanningar

Í farnu viku bleiv fyrra hálvfinalan millum Liverpool og Arsenal í lítlu ensku steypakappingini – Liga Cup – útsett, tí Liverpool boðaði frá fleiri positivum koronukanningum í hópinum.

 

Nú vísur tað seg, at talan var í fleiri førum um falskar positivar koronukanningar. Tá alt kom til alt hevði Liverpool bara eina positiva koronukanning. Sambært The Athletic vilja fleiri feløg hava kannað, um Liverpool við vilja hevur logið í samband við koronukanningarnar.

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur eisini havt koronu og hevur eisini verið atfinningarsamur um, at onnur feløg hava útsett sínar dystir. Liverpool skal nú spæla fyrru hálvfinaluna á Anfield hóskvøldið, og seinnu hálvfinaluna á Emirates leikvøllinum í komandi viku.