Um vikuskiftið fer sætti og næstseinasti FM-róðurin á árinum av bakkastokki á vestanstevnu, sum verður hildin í Sørvági í ár. Í hesum róðrinum er ein sera stórur møguleiki fyri, at fleiri FM-vinnarar fara at vera funnir.
Vestanstevnan er tó so øgiliga nógv meir enn bara kappróður og FM-vinnarar. Vit hava tikið eitt prát við Gittu av Kák, sum situr í vestanstevnunevndini, har vit hava spurt hana um teir møguleikar, sum vestanstevnan hevur at bjóða gestunum.
Vilja raka breitt
- Vit hava roynt at fingið onnur ting inn í skránna í mun til undanfarin ár. Her er ætlanin serliga at gera vestanstevnuna meira forvitnisliga, soleiðis at hon eisini rakar allar aldursbólkar, sigur Gitta av Kák.
Og tað er einki at ivast í, at fyriskipararnir hava gjørt nógv fyri at fáa júst henda partin at rigga. Har eru nevniliga nógv ymisk tiltøk á skránni til fólk í øllum aldursbólkum.
- Um vit m.a. taka dansin sum dømi, so hava vit valt at leggja dansin hjá teimum ungu fríggjakvøldið, har Holgar & Villmenn fara at spæla í Sørvágs bio. Leygarkvøldið verður so dansur fyri ein heldur eldri aldursbólk, tá Bridge fer at spæla. Hesin dansurin er eisini í Sørvágs bio, og aldursmarkið er 18 ár. Sunnukvøldið fara Finnbogi og Jógvan at spæla í Sørvágs bio, og hetta er so fyri tey eldru, sigur Gitta.
- So eisini her hava vit roynt at havt nakað fyri øll.
Annars verður eisini renning á skránni leygardagin, har bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum kunnu taka lut. Kappingin er fyri børnum frá sjey ára aldri og heilt upp til veteranarnar.
Góð tiltøk á Stakka
Sørvágs kommunu hevur síðsti tíðina fríðka rættiliga nógv um í bygdini, og serliga eitt stað er blivið sera vakurt. Her er talan um staðið á Stakka, sum liggur mitt í bygdini stutt oman fyri fótbóltsvøllin. Her verður vestanstevna m.a. sett.
- Ja, har er blivið sera vakurt og deiligt á Stakka, og fleiri góð tiltøk fara eisini at vera á skránni har. Beint áðrenn kappróðurin leygardagin fer Mina Reinert at seta stevnuna á Stakka, og leygarkvøldið verður midnáttarsamkoman eisini á skránni her. Sunnudagin verður harafturat eitt stuttligt tiltak á staðnum. Tá verður ein sokallaður fólkafundur, og tað er Petra Joensen úr Gásadali, sum fer at hava fundin, sigur Gitta.
Trøllapætur í skúlagarðinum
Leygarkvøldið kunnu børn úr øllum Føroyum føla seg vælkomin niðan í skúlagarðin í Sørvági, tí tá fer Trøllapætur nevniliga at undirhalda.
- Vit hava fingið Trøllapætur at koma ein túr á vestanstevnu í ár, og hann fer at undirhalda í skúlagaðrinum kl. 19.00 leygarkvøldið. Tá Trøllapætur er liðugur á pallinum, fer Brandur Enni at spæla nøkur løg. Til allar síðst fara Boys in a Band at undirhalda á pallinum í skúlagarðinum, sigur Gitta av Kák.
Tað vera tó eisini onnur spennandi tiltøk á skránni leygardagin umframt kappróðurin. Millum annað verður ein forvitnisligur fótbóltsdystur á skránni niðri á vøllinum kl. 18.00, tá Sambaboys, sum er eitt samansett lið av brasiliumonnunum, fer at spæla ímóti einum samansettum liði av leikarum úr Vágum.
Indianarabýur til børnini
Tað er ikki heilt vist, at Boys in a Band verður síðstu bólkurin, sum fer at undirhalda í skúlagarðinum leygarkvøldið. Um veðrið er til vildar, so er ætlanin at hava ein stóran dans í skúlagarðinum fyri tey ungu, og tá vera tað aftur Holgar & Villmenn, sum fara at spæla. Hetta er tó bert, um veðrið er til vildar.
Ananrs verður eisini nógv spennandi og hugnaligt á skránni niðri við fótbóltsvøllin sunnudagin, sigur Gitta av Kák.
- Vit hava roynt at gera okkurt spennandi niðri við vøllin sunnudagin. M.a. er ein indianarabýur fyri børnini, har ponyríðing verður á skránni, tey kunnu grava eftir gulli, fáa andlitsmáling, og so vera eisini ymsar kappingar á skránni. Harafturat verður vestanstevnukaffi við eini stórari køkukapping á skránni í SÍ-húsinum, og á økinum oman fyri fótbóltsvøllin fer MC-felagið at vísa fram motorsúkklur.
Hetta er bert ein stuttur samandráttur av tí, sum er á skránni. Vestanstevnan hevur nevniliga nógv annað at bjóða, og um fólk eru áhugaði, so er at fara ein túr vestur.