Norska uttanríkisráðið mælir nú til, at norskir ríkisborgarar, sum eru í Iran, rýma úr landinum. Orsøkin er trygdarstøðan í Iran, nú ógreiða er um, hvørt Ísrael fer at hevna iransku atsóknina á Ísrael um dagarnar.
Í tíðindaskrivi sigur norska uttanríkisráðið, at ferðaráðini til Iran eru skerpað.
Uttanríkisráðið sigur, at tey hava ógvuliga avmarkaðar møguleikar at veita hjálp til norskar ríkisborgarar í Iran, og verður trygdarstøðan í landinum verri, verða møguleikarnir at veita møguligar tænastur eisini verri.
- Tað er framvegis møguligt at fara úr Iran, og vit mæla okkara ríkisborgarum til at brúka henda møguleika. Verður trygdarstøðan verri, kann tað gerast trupult at sleppa úr landinum, sigur norska uttanríkisráðið.
Dagbladet er millum norsku miðlarnar, sum skriva um nýggja tilmælið til norskar ríkisborgarar, sum í hesum døgum eru staddir í Iran.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/iran-var-ikki-einsamalt-um-alopid-a-israel