Muslimskir felagsskapir í Danmark ætla sær nú at fáa dómsvaldið at taka støðu til, hvussu langt talifrælsið røkkur. Teir vilja vera við, at tann islamska trúgvin verður háðað í Danmark, sjálvt um donsk lóg bannar tí, og at hetta er serliga komið til sjóndar, síðani niðurlendski filmsmaðurin Theo van Gogh varð myrdur herfyri.
Tí hevur Islamska Trúarsamfelagið nú biðið sak-førara sín kanna, um tað ber til at draga Danmarks Radio og TV2 fyri rættin, tí tær báðar sjónvarpsstøðirnar hava víst filmin "Submission", sum van Gogh hevur gjørt. Filmurin snýr seg um korini hjá giftum muslimskum kvinnum, og lýsingin í filminum er, at kvinnurnar verða kúgaðar, innistongdar og neyðtiknar.
- Vit kanna, um tað ber til at stevna teimum báðum sjónvarpsstøðunum, men endamálið er eisini at mótmæla, at okkara forsætisráðharri hevur heiðrað tann, sum skrivaði hand-ritið til filmin hjá van Gogh. Á tann hátt hevur hann sagt, at tað er í lagi háða muslimar, sigur formaðurin í politisku nevndini hjá Muslimska Trúarsamfelagnum, Kassem Sid, við Politiken.
Við at leggja málið fyri rættin ætlar trúarsamfelagið at vísa muslimum, at hetta er managongdin, um so er, at teir kenna seg háðaðar í einum av vesturlondunum. Sjálvur sigur Kassem Sid, at morðið á Theo van Gogh var ein beistagerð og ein tann ringasta av sínum slagi síðani seinna heimsbardaga.
- Okkara boðskapur er, at tað ber til at fara í rættin í málum sum hesum, og at vit góðtaka ikki harðskap ella sjálvtekt í Vesturheim-inum. Tað skulu vit virða, og kann ein muslimur ikki liva við tí, eigur hann at flyta til eitt annað land at búgva, sigur Kassem Sid.
Rætt at finna markið
Jørn Vestergaard, sum er lektari í revsirætti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Politiken, at hann skilir væl, at muslimarnir vilja hava staðfest, hvussu langt danska talifrælsið røkkur.
- Frá forsætisráðharranum og ráðharranum í innflytaramálum hava vit hoyrt ymiskt, sum kann benda á, at talifrælsið hevur einki mark, tá tað snýr seg um fremmandafólk, eisini sjálvt um farið verður langt út um ásetingarnar í revsilógini. Tað ger fólk ótrygg, sigur Jørn Vestergaard. Sjálvur ivast hann ikki í, at fleiri orð í filminum hjá van Gogh eru greitt í stríð við danska lóggávu, vórðu tey søgd í Danmark. Hann heldur, at muslimarnir gera púra rætt í at fáa dómsvaldið at taka støðu til, hvussu langt talifrælsið røkkur.
- Eg havi fult álit á, at dómstólarnir og Hægstirættur kunnu taka eina rætta avgerð í einum tílíkum máli. Talifrælsið kann tambast nógv, men verður ein ávísur partur av fólkinum samanborin við djór og sagdur at vera minni verdur ella enntá ómenniskjaligur, so er tað at fara yvir um mark, sigur Jørn Vestergaard.
Sum jødarnir
Sambært imaminum ella prestinum Fatih Alev hava teir muslimsku felagsskapirnir í Damark valt at ganga somu leið sum jødarnir í Evropa, tí teir eru vanliga ógvuliga skjótir at venda sær til dómsvaldið, kenna teir seg háðaðar vegna sína trúgv.
- Vit vilja ikki hava serlógir fyri átrúnaðir. Lógirnar eru í lagi, men vit eiga at brúka tær meiri, enn vit gera, sigur presturin, sum vísir á, at tað ber ikki til at kalla allar muslimar í Danmark innflytarar. Nógvir teirra eru eftirkomarar hjá fólki, sum hava búð her í mong ár, sigur Fatih Alev við Politiken.