Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Løgtingið um at skipa so fyri, at Smyril fer at sigla tveir túrar hvønn veg ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin - hvønn dag í vikuni, frá 1. januar 1999 at rokna.
Samstundis samtykti býráðið at heita á løgtingið um at seta pengar av á komandi fíggjarlóg at kanna spurniningin um innanoyggjaflúgving við flúgvara.
Tað var eitt einmælt Býráð, sum á býráðsfundi týskvøldið samtykti at at senda løgtinginum hesa áheitan.
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri segði, at hann metti tað vánaliga ferðasambandi sum størstu hóttanina ímóti tilverugrundarlagnum hjá Suðuroyingum.
Og hann vísti eisini á, at ongi útlit vóru til, at orðini í samgonguskjalinum um at dagføra suðuroyar siglingina beinanvegin, verða hildin. Í hvussu so er, eru ongir pengar settir av til Strandfersluna til tað endamálið.
Av øllum teimum hundraðtals milliónum, sum ætlanin er ta brúka til íløgur komandi ár, er 1-ein- millión sett av til Suðuroynna. Og hon skal brúkast til at kanna um tað er ráðiligt at gera berghol ímillum Øravík og Hov.
Smyril er okkara einasta farleið norður um fjørð.
Men skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um at gera okkum galdandi í oljuvinnuni komandi árini, kunnu vit als ikki liva við einum túri um dagin.
Hann helt, at tað bleiv ongantíð, at vit fáa eina beinleiðis rutu ímillum Havnina og Suðuroynna 10-12 ferðir um dagin, sum er tað vanliga norðanfyri.
Tí verður neyðugt at kanna møguleikarnar fyri innanoyggja flúgving (Sí greinina omanfyri)
Men tað er eisini neyðugt at fáa fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina við Smyrli.
Hann vísti á, at Strandferðslan hevur spart 10 milliónir hesi bæði síðstu árini. Samstundis eru einar 3-4 milliónir spardar við at leggja skálafjarðasiglingina niður.
Hvør túrur ímillum Suðuroynna og Havnina kostar umleið eina millión í undirskoti um árið.
Sostatt skuldi verið møguleiki fyri at havt fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroynna.
Sandoyggin spøkir aftur
Annars var upplýst á býraðsfundi á Tvøroyri, býráðið hevði fingið at vita úr landsstýrinum, at arbeitt bleiv aftur við ætlanini um at leggja ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina partvís um Sandoynna.
Ætlanin er at brúka Ternuna 1 til endamálið
Tað bleiv eisini upplýst, at eitt undirskot uppá einar 3 milliónir um árið av hesum ferðasambandinum fór at verða góðtikið.
Heri Mortensen skeyt upp at vísa løgtinginum á, at suðuroyingar vilja ikki vita av ferðasambandinum um Sandoynna. Tí eigur býráðið í brævinum til løgtingið, at heita á landsins myndugleikar um heldur at brúka hesar 3 milliónirnar uppá beinleiðis sambandið við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna.
Skálkin aftanfyri oyrað
Dan Nielsen, býráðslimur helt, at tað var øll orsøk til at hava skálkin aftanfyri oyrað.
Verður sambandið fyrst lagt um Sandoynna - partvís, er fryktandi fyri, at Smyril so líðandi verður sníktur úr siglingini, so áðr-enn suðuroyingar vita av, er sambandið um Sandoynna tað einasta, vit hava, áðrenn vit vita av.
Tað tók býráðið undir við, og tí kemur tað eisini at standa í áheitanini á løgtingið, at býráðið mótmælir ætlanin at leggja ein part av suðuroyarsiglingini um Sandoynna.