– Peningurin, sum verður latin, er ikki ein stuðul, men ein íløga í samfelagið.
Tað siga tey í felagsskapinum, Beranum, sum hevur til endamáls at hjálpa børnum og ungum, sum hava mist. Nú er Felagið Pinkubarnadeyði lagt afturat Beranum og tilsamans fáa tey 400.000 krónur um árið á fíggjarlógini.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, hava tey sent fíggjarnevndini eina staðiliga umbøn um at hækka játtanina. Tey siga at játtanin er alt ov lítil til at nøkta tann tørv, sum er. Men verður játtanin hækkað, kunnu børn og ung, sum nú standa á bíðilista, sleppa skjótari framat, og tað kann so forða fyri, at tey detta niður ímillum.
Men fáa tey eisini hægri játtan, fer tað eisini at bera til at ferðast kring landið at halda fundir, at brynja tey, sum varða av børnum og ungum, hvussu tey kunnu veita teimum, sum missa hjálp.
Í hesum sambandi vísa tey á eina danska kanning sum vísir, at hvørt barn, ella hvør ungur, sum fær hjálp til at koma burtur úr eini sorg, sparir samfelagnum 280.000 krónur.
Tað merkir, at fáa vit hjálpt 100 børnum og ungum, sparir tað samfelagnum 28 milliónir í mistari arbeiðsinntøku, almannahjálp og viðgerð av ymsum slagi.
Tey vísa á, at bara í fjør fekk Beerin 1024 áheitanir, og tær hava alsamt verið veksandi í tali, og tilsamans hava eini 800 børn og ung úr øllum landinum verið við í sorgarbólkum hjá Beranum hesi 13 árini, síðani hann varð stovnaður.
Berin hevur eisini skeið fyri foreldur, ið hava mist børn, og fyri vaksnum, ið hava mist onkran, tá ið tey vóru børn.