Vilja ikki nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Løgtingslimir halda, at tað er dupultmoralskt at gera tað

Løgtingslimir í samgonguni vilja ikki taka stig til at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.

Tað gjørdust greitt hendan dagin, tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at forða útlendingum at keypa fasta ogn í Føroyum.

Fyrr í ár róptu tey, sum fáast við at selja fasta ogn, varskó í Kvf, tí áhugin hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, er nógv vaksin hesi seinastu árini og tað er skjótt, at tey kunnu leggja heilt nógv inn undir seg.

Men fleiri løgtingslimir halda, at tað er dupultmoralur at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, tí tað stendur føroyingum frítt í boði at keypa hús og jørð uttanlands.

Ein av teimum er Jóhan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og hann heldur eisini, at verða útlendingar útihýstir frá at keypa fasta ogn í Føroyum, er stórur vandi fyri at virði á ognini lækkar, soleiðis at tann, sum selur, fær minni fyri hana.

Kortini heldur hann, at vit skulu ansa væl eftir, at heilar bygdir ikki verða keyptar upp og tí heldur hann eisini, at onkrar avmarkingar kunnu vera settar á.

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn heldur ikki, at trupulleikin er so átrokandi, sum hann verður gjørdur til.

Hann heldur, at tað er yvirdrivið at stúra fólk fyri, at stór, útlendsk feløg fara at keypa heilar oyggjar inn undir seg.

Hinvegin sær hann ikki tann stóra trupulleikan í at ein útlendsk familja keypur sær eitt summarhús í Føroyum.

– Og er tað ikki dupultmoralskt at vit, heldur enn fegin, keypa ognir uttanlands, men nokta øðrum at keypa ogn her, spyr hann.

– Og er ein ogn til sølu, sum eingin keypur er til, hví skal ein útlendingur so ikki sleppa at keypa tað, spyr hann eisini.

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkinm, heldur at tað er »totalt diskrimereandi« at nokta útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, samstundis sum at vit kunnu keypa hús allastaðni uttanlands.

Hann er heldur sinnaður at broyta lógina soleiðis, at vit fáa nógv burtur úr og tí er hann talsmaður fyri, at áleggja útlendingum eitt avgjald á fasta ogn, sum teir eiga í Føroyum.

Kortini heldur hann, at hevði eitt útlendskt felag keypt eina heila ella hálva oyggj, hevði tað verið óheppið.

– Men tað ber til at seta mark á, hvussu stóran part av einum øki, onnur, enn fastbúgvandi kunnu eiga.

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, ikki at trupulleikin er so stórur. Hann vísir á, at samstundis sum útlendingar keypahús her, eru tað aðrir, sum selja sínar ognir her, so ofta javnvigar tað.

Í hesum sambandi halda tingfólk, at tað er ein líka stórur trupulleiki, at føroyingar keypa fastar ognir í bygdum, har teir ikki búgva sjálvir. Í hesum sambandi halda tey, at kommunur skulu sleppa at leggja tænastugjøld á summarhús, og onnur hús, sum avbygdafólk býr í, tí útreiðslur eru av kloakk og burturjasti, uttan at kommunan fær nakrar inntøkur í skatti frá hesum fólkum.

Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, heldur, at tað heilt serstaka í Føroyum, er, at vit hava onga lóggávu yvirhøvur á hesum øki yvirhøvur, tí tað hava tey aðrastaðni.

– Vit vita, at tað er ein veksandi áhugi fyr at fáa sær ognir í londunum her um leiðir og sum er, kann ein útlendsk fyritøka keypa alla ogn í Føroyum. ognir í londunum her um vegir.

Hann ávarar ímóti, at vit enda um í Danmark, har stór, útlendsk feløg, hava keypt eina rúgvu av íbúðarblokkum inn undir seg, har fólk so kunnu leiga íbúðir fyri okursprís.

Samstundis hava vit stórveldi sum eru altráð eftir at fáa fótin fastan í londunum um okkara leiðir. Tí streingja amerikanarar á at fáa ognir í Grønlandi og tað var órsøkin til, at kinesarar ætlaðu at keypa stór øki í Íslandi, sigur hann.

– Áhugin bara veksur, so vit fara eisini at koma í hesa støðuna og tí mugu vit fáa eina lóggávu á økinum, áðrenn tað er ov seint, sigur Høgni Hoydal.