Vilja læra føroyingar at keypa inn øðrvísi

Á G! Festivalinum: Borghild á Fløghamri hevur saman við øðrum stovnað áhugafelagið, VistGrøði. Tey selja matvørur í leystvekt og vóna, at hetta verður nýggi mátin, vit keypa inn uppá

Borghild á Fløghamri ynskir at steðga matoyðsli í Føroyum. Mann má byrja á einum stað, og tí hevur hon saman við øðrum stovnað áhugafelagið VistGrøði. Tá mann kemur inn til festivaløkið í Syrðugøtu, finnir mann básin hjá VistGrøði sum ein av teimum fyrstu til høgru hond.

 

VistGrøði er eitt áhugafelag, sum hevur høvuðsendamálið at minka um matoyðsl. Tey lýsa teirra virksemi sum eitt áhuga- og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og sosialt rættvísa matskipan.

 

Hetta gera tey við at selja gerandisvørur í leysvekt. Tey selja nøtur, turkaðar fruktir og vanligar gerandisvørur sum kryddaríir, kuskus, mjøl, kjarnir, oljur og hunang. Mann fyllir tað, mann vil hava í ein posa, og so er prísurin eftir vektini.

 

- Hetta er fyri, at mann gerst meira umhugsin við, hvussu nógv mann keypir. Um mann býr einsamallur, ella um mann er ein stór familja, so kann mann keypa eftir tørvi. So fær mann akkra ta mongdina, mann vil hava, greiðir Borghild á Fløghamri frá.

 

Borghild á Fløghamri vónar, at hetta í framtíðini verður mátin, mann keypir inn uppá.

 

- Vit royna at fáa tann boðskapin spreiddan út, at vit kunnu sleppa undan nógv meiri emballagu, enn vit gera tað í dag. Mann má bara byrja á einum stað. Málið er so, at vit kanska fáa broytt tað soleiðis, at hetta verður mátin at keypa uppá.

 

G! festivalurin er í ár farin undir at selja drykkjuvørur í endurnýtslugløsum, sum liður í at steðga við at dálka náttúruna við plasti. Hetta samsvarar væl við visiónina hjá VistGrøði, og Borghild á Fløghamri gleðist um initiativið.

 

- Tað er ræðuliga stuttligt at vera við her í ár, nú tá G! ger tað, tí tað er jú tað, sum vit arbeiða fyri. At tey hava tikið stig til tað, er fantastiskt. At alt plastikkið fer út í náttúruna er jú tað, vit ynskja at sleppa undan, sigur hon.

 

VistGrøði hevur ein Facebook-bólk, har limir í felagnum samskiftast. Tey hava ein óalmennan handil á Tróndagøtu í Havn, har limirnir hittast og kunnu keypa mat frá VistGrøði. Tey eru komin uppá 300 limir uppá stutta tíð, so afturmeldingarnar hava verið avbera góðar.