Vilja nú hava landsstýriskvinnuna taka sær av tí

Tað eru óteljandi dømi um, at reglugerðin um larm ikki virkar eftit ætlan

Tað eru óteljandi dømi um, at reglugerðin um larm frá skipum og havnarløgum, ikki virkar eftir ætlan. Tað sigur felagið, Heimafriður. Og nú heita tey á nýsettu landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm um at fáa eina loysn á málinum.

 

Í almennum skrivi til hana, vísir Trina Eysturoy, sum er talskvinna fyri felagið Heimafrið, á, at reglugerðin um óljóð frá skipum, sum kommunurnar í felag samdust um at seta í verk, skal endurskoðast í seinasta lagi 31. januar 2023.

 

Hon staðfestir samstundis, at hóast reglugerðin er sett í verk, hava fólk framvegis onga  rættartrygd. Kommurnar fingu, við góðkenning frá landsstýrismanninum, grønt ljós til framhaldandi at útseta fólk fyri skaðiligum larmi, sigur Trina Eysturoy í opnum brævi til landsstýriskvinnuna.

 

Hon sigur, at hetta árið, reglugerðin um óljóð frá skipum hevur verið í gildi, hevur Heimafriður óteljandi dømi um, at hon ikki virkar eftir ætlan. Tað einasta, hon er brúkt til, et at geva kommununum loyvi til at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju.

 

– Skal málið um óljóð frá skipum, loysast til frama fyri heimafriðin og heilsuna hjá fólki nær havnaløgunum í Føroyum, má umhvørvismyndugleikin í Føroyum átaka sær uppgávuna at loysa málið og tryggja rættartrygdina hjá borgarum. Og tað má gerast við at seta eina kunngerð í gildi, sigur Heimafriður.

 

Men harumframt eigur endamálið at verða, at Umhvørvismálaráðið fer at umhvørvisgóðkenna havnirnar í Føroyum. Felagið Heimafriður er av tí áskoðan, at tað skal vera eitt krav, at havnir skulu skulu hava umhvørvisgóðkenning.

 

Kommunur kunnu ikki hava eftirlit við sær sjálvum, tá ið tað ræður um óljóð ella um aðra dálking, sigur Heimafriður. Royndirnar siga okkum, at hjá kommununum koma inntøkurnar framum heilsu og trivnað hjá fólki, leggja tey afturat.