Á landsstýrisfundi seinasta mánadag varð semja um, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpi Føroya.
Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður Miðfloksins, á landsfundi hjá Miðflokkinum í Klaksvík leygardagin.
Eitt av teimum 33 málum, sum var fyri á landsstýrisfundi hendan dagin, var »Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp«.
Landsstýrismaðurin hevur leingi arbeitt við einum uppskoti um at veita Kringvarpi Føroya fleiri pengar, og eitt uppskot hevur verið at frítaka kringvarpsgjaldið fyri meirvirðisgjald. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava eisini lagt uppskot um hetta fyri tingið, men tað hevur ikki fingið serliga positiva móttøku.
Kortini skilst, at landsstýrismaðurin hevur arbeitt við einum líknandi uppskoti. Men trupult er at fáa undirtøku fyri tí í samgonguni. Ávís samgongufólk halda, at Kringvarpið fær nóg nógvar pengar, og at eingin orsøk er at geva teimum alla ta upphædd, sum verður spard, um kringvarpsgjaldið verður frítikið fyri meirvirðisgjald.
Hetta málið hevur so nú fingið ta vend, at landsstýrismaðurin beinleiðis skal kanna møguleikan at privatisera Kringvarpið.
Serliga Miðflokkurin hevur verið talsmaður fyri, at Kringvarpið skal privatiserast. Fleiri í Fólkaflokkinum hava nevnt sama møguleika. Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins hevur sagt, at tað er nógv betur at vinnan sponsorerar sendingar í Kringvarpinum, heldur enn at stovnurin fær almennar pengar.
Vit royndu í morgun at fáa orðið á Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at fáa hann at greiða nærri frá ætlanunum hjá landsstýrinum við privatiseringini. Men tað eydnaðist ikki fyri landsstýrisfundin, sum er mánamorgun.
Men sambært Karsteni Hansen, so hevur spurningurin um at einskilja Kringvarpið fleiri ferðir verið fyri á landsstýrisfundi.
– Eg havi alla tíðina ført fram, at Miðflokkurin hevur ta støðu, at Kringvarpið skal einskiljast, og at sendingarnar skulu bjóðast út, segði Karsten Hansen á landsfundinum hjá Miðflokkinum í Klaksvík leygardagin.
Sambært honum, so er semja í landsstýrinum um, at landsstýrismaðurin skuldi kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum sum eina byrjan.Eirikur Lindenskov

Sambært honum, so er semja í landsstýrinum um, at landsstýrismaðurin skuldi kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum sum eina byrjan.