Vilja skerja átta prosent

Miðflokkurin mælir til at lurta eftir ráðum og tilmælum og minka veiðitrýstið. Men at skerja við 24 prosentum í einum, heldur flokkurin verða ov mikið og mælir tí til at skerja fiskidagarnar við átta prosentum.

Í viðmerkingunum ávara uppskotsstillararnir enn einaferð móti at síggja burtur frá ráðum og tilmælum teirra serkønu, verið teir innan vinnuna ella fiskifrøðina.

- Meðan vit enn hava møguleikan sjálvi at skipa veiðu okkara, eiga vit at byrja eina miðvísa gongd, sum, umframt at tryggja tilfeingi okkarar, fer at vísa umheiminum, og her serliga marknaðum okkara, at vit hugsa burðardygt. At skerja 24% í einum meta vit tó er ov vandamikið her og nú fyri búskap og vinnu, tí mælir vit til at hava hetta sum mál í einum 3- ára skeiði. Broytingaruppskotið er tí at skerja fiskidagarnar fyri bólkarnar 2, 3 og 4 við 8% komandi fiskiár.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, vísir á, at ført verður fram, og váttað av Havstovuni, at grundarlagið fyri tað dagatal, ið er tillutað lemmatrolarunum er ivasamt.

- Havandi hetta í huga, og ásannandi at hetta fyrsta árið er ein royndartíð, taka vit undir við tí dagatali til bólk 1, sum meirilutin í fiskivinnunevndini mælir til. Somuleiðis verður tikið undir við at minka skerjingina hjá bólki 5 frá 5000 til 4000 dagar, og í at neyðugt verður neyvt at definera vinnuligan útróður, soleiðis at tey, sum skulu liva av útróðri, hava nóg mikið av døgum.

Uppskotsstillararnir heita á landsstýrismannin og samgongumeirilutan um at taka neyðug stig, so vit gagnnýta alt tilfeingið, sum kemur úr havinum. Fremstu granskarar og vinnulívsmenn okkara vísa á, at í tí partinum av tilfeingi, sum vit enn brúka ov lítið av, liggur meira enn helmingurin av tí virði, vit áttu at fingið burturúr tí ríkidømi grunnarnir geva okkum.

Uppskotið frá Miðflokkinum er soljóðandi:

§ 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:

?§ 29. Innan fyri hvønn av

høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28,

sum vóru í veiðiflotanum 1. januar 1995,

verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar

undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr.

tó stk. 3, sum verður býtt millum

fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin

fyri møguligari umseting av fiskidøgum

frá einum fiskifari til eitt annað í sama

undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og

endaligum avhendingum av fiskidøgum

millum undirbólkarnar 4A og 4B í

tíðarskeiðinum frá 1. september 2009 til

31. august 2010:

Bólkur 1: Lemmatrolarar:

Innara fiskidagaleið 900 fiskidagar

Ytra fiskidagaleið 1.700 fiskidagar

Bólkur 2: Partrolarar 4.054 fiskidagar

Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.705 fiskidagar

Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 ? 40 tons 1.218 fiskidagar

Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.616 fiskidagar

Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.417 fiskidagar

Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 13.259 fiskidagar.?