Vilja tryggja sær at tey vælbjargaðu ikki fara við øllum grundstykkjunum

Tað sømir seg ikki, heldur formaðurin í Byggi- og Býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð

Prísurin á grundstykkjum hjá kommununi, skulu haldast niðri. Myndin er tilvildarlig

Tað hendir seg javnan, at fólk, sum fáa grundstykki frá kommununi, ikki byggja á tí kortini. Tað kann vera tí at støðan hjá teimum broytist, so at tey ikki fáa brúk fyri grundstykkinum, ella tað kann vera tí at tey rætt og slætt ikki fáa fígging.

 

Sostatt fær býráðið ofta umbønir um at keypa grundstykkini aftur og oinkuntíð eru hesi stykkini síðani seld í fríari sølu. Men tað skal býráðið ikki halda fram við, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Hann heldur ikki, at tað sømir seg fyri býráðið, at grundstykki, sum kommunan hevur útvegað, verða seld í fríari sølu, tí so fara tey fyri so stórar upphæddir, at tað bara eru tey vælbjargaðu, sum hava ráð til at keypa tey.

 

Tí heldur hann, at tey grundstykkini, sum kommunan fær inn aftur, skulu samlast saman og lutast út ímillum tey, sum søkja um at fáa grundstykki frá á kommununi, heldur enn at verða seld fyri okursprís á fría marknaðinum. Tað er einasti máti at tryggja, at eisini fólk, sum ikki hava so øgiliga stórar inntøkur, eisini kunnu fáa grundstykki. Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, tekur fult undir við hesum, tí hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at kommunan heldur prísinum á grundstykkjum, niðri og tryggjar sær, at grundstykki, kommunan hevur útvegað, ikki verða seld fyri okursprís.

 

Og tað eru tað tað eisini allir aðrir býráðslimir, sum halda, tí hetta varð einmælt samtykt í býráðnum.

 

Prísurin á grundstykkjum hjá kommununi, skulu haldast niðri. Myndin er tilvildarlig