Málið snýr seg um, at løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot um, hvussu til ber at útvega fleiri lærupláss hjá tí almenna og pláss til fólk í virknisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum.
– Seinastu árini hevur lærlingatilgongdin sum heild verið í støðugari minking – frá at vera 407 í 2007 til 187 í 2013. Flestu lærupláss eru í dag í kommunum og í privatu vinnuni. Almennu arbeiðsgevararnir hava ikki í eins stóran mun fylgt við í hesi tilgongd. Tað almenna eigur at taka sín part av uppgávuni og ganga undan á hesum øki. Tí verður heitt á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, ið tryggja, at hesin málsetningur kann røkkast.
Soleiðis sigur Tjóðveldi í viðmerkingum til uppskotið.
Har verður eisini víst á, at tøl frá ALS vísa á, at í oktober 2013 fáa 85 ung undir 26 ár arbeiðsloysisstuðul. Afturat hesum koma áleið 59 ung í aldrinum 18 – 25 ár, sum fáa fyribilshjálp vegna arbeiðsloysi frá Almanna-verkinum.
– Allarhelst er samanlagda talið hægri, tí ikki er víst, at øll lúka krøvini at koma í annaðhvørt ALS ella undir treytirnar hjá Almannaverkinum fyri at fáa almannahjálp. Neyðugt er tí við ítøkiligum ætlanum at basa ungdómsarbeiðsloysinum, eisini fyri, sum frálíður, at fyribyrgja langtíðararbeiðsloysi. Her er útbúgving ein gongd leið, og kundi tað almenna tí víst samfelagsskyldu við at tikið fleiri fólk inn og útbúgvið tey, sigur Tjóðveldi.
Flokkurin vísir á, at fleiri størri verkætlanir í byggivinnuni eru farin í gongd ella fara í gongd komandi árini. T.d. skúladepilin í Marknagili, nýggjur psykiatriskur depil og bústaðir til sálarsjúk. Tá landið nýtir hundraðtals milliónir til slíkar útbyggingar, eigur landið at miða ímóti, at hesar verkætlanir skapa ávíst tal av lærlingaplássum. Tað verið seg fyri timburmenn, elektrikarar, múrarar, málarar v.m.
Hagtøl hava víst, at almennir arbeiðsgevarar hava fá lærupláss. Tað er undrunarvert, tí tað eigur at vera góð siðvenja og sjálvsagt, at tað almenna tekur sosiala ábyrgd til tess at íbúgvararnir hava fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar. Ikki minst, tá so nógv uttan útbúgving teljast millum tey, sum eru arbeiðsleys. Tá vit tosa um lærlingar, er talan um bæði bíliga og støðuga arbeiðsmegi. Og tí eru fyrimunirnir hjá arbeiðsgevarum við at taka lærlingar fleiri, tí tá alt fleiri sveinar eru uttanlands í arbeiði, er umráðandi at hava nøkur starvsfók, ið eru støðuføst. Tað hevði eisini verið ynskiligt, um ein partur av læruplássunum kann vera til vaksnamannalærlingar.
Lærupláss er eitt. Men starvsvenjing/praktikkpláss eru eisini neyðug. Ivasamt er tó, hvussu landið kann skipað hetta við lóg, men uppskotsstillararnir ynskja eisini, at tað almenna roynir at útvega fleiri starvsvenjingarpláss. Lutvís sum praktikkpláss, har fólk sleppa at royna seg á einum nýggjum fakøki, men eisini um fólk hava tørv á at finna útav, hvør útbúgving er áhugaverd ella fyri at bøta um og varðveita arbeiðssamleikan hjá tí, sum er arbeiðsleysur. Somuleiðis átti ríkur møguleiki at verið fyri ymiskum uppgávum í mun til ung í arbeiði.
– Tjóðveldi hevur lagt hetta og líknandi uppskot fram í 2010 og 2012, men tey eru feld við vanligu orðingini um, at »Landsstýrið arbeiðir við málinum«. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ásannaði í viðtali við útvarpið herfyri, at arbeiðið gekk ov seint, og tí mátti umhugsast at gera átøk, ið seta beinleiðis krøv til almennar stovnar um at taka lærlingar. Tí mugu vit ganga út frá, at uppskotið heilt er í samsvari við landsstýrisins vilja, og heitt verður á landsstýrið um at kanna og koma við neyðugum lógaruppskoti um, hvussu til ber at útvega fleiri lærupláss hjá tí almenna og pláss til fólk í virknisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum.
1. januar 2013 kom lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í gildi. Eitt samt Løgting tók undir við lógini, ið hevur til endamáls at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Lógarinnar endamál er harumframt, at fyribyrgja avleiðingarnar av langtíðarfráveru vegna sjúku ella arbeiðsloysi. Sambært løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk er latið upp fyri, at fólk kunnu fáa møguleika fyri virknisvenjing í upp til 6 mánaðir við tí endamáli at økja um møguleikarnar hjá viðkomandi at koma aftur í arbeiði.
Í løtuni hava tey, sum eru í ALS, møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin í styttri tíðarskeið til starvsvenjing. Frá 1. januar kunnu fólk uttan fyri ALS, sum eru fevnd av lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, fara í virknisvenjing. Hetta økir um trýstið á arbeiðsmarknaðin og kemur at krevja eitt økt tal av plássum. Eisini her hevði verið skilagott, um tað almenna gekk á odda og tók eitt økt tal av fólkum inn.
Tað er ein menniskjaligur íborin tørvur at kenna seg til gagns í samfelagnum. Somuleiðis tørvar øllum nakað at fara upp til, sum kann geva ein innihaldsríkan gerandisdag. Allir samfelagsborgarar hava nakað at geva av til samfelagið og harvið okkum øll. Tí eigur tað almenna at ganga á odda við at skapa neyðugu fortreytirnar fyri hesum. Tað er alment kent, at fólk uttan fyri arbeiðsmarknaðin ofta hava stórar trupulleikar av hesum og eru í stórum vanda fyri negativum árinum bæði sálarliga, sosialt og likamliga. Tí eru øll fyribyrgjandi átøk hesum at bata kærkomin.