Vilji er til at bjarga djúpvatnstrolarunum

Kreppan hjá djúpvatnstrolarunum verður viðgjørt í samgonguni, men hvat úrslitið verður, er enn óvist

? Tað er vilji í tinginum til at bjarga djúpvatnstrolarunum.

? Arbeitt verður eisini við ymsum møguleikum.

? Men hvør loysin verður, ber ikki til at siga.

Tveir av tingmonnunum úr teimum økjum, sum verða harðast rakt, um djúpvatnstrolararnir fara á heysin, eru við í nýskipaðu samgonguni ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Teir eru suðuroyartingmaðurin Hergeir Nielsen og vágatingmaðurin Jørgin Niclasen.

Vit hava spurt teir báðar tingmenninar hvørja støðu teir hava til trupulleikarnar hjá djúpvatnstrolarunum.

Sum greitt frá í Sosialinum í gjár, eru djúpvatnstrolararnir í stórum vanda fyri at fara á heysin, nú teir hava mist íløgustuðulin.

Fara teir, ræuka eini 400 arbeiðspláss á skipunum og á flakavirkjunum.

Samstundis hevur John Petersen, fiskimálaráðharri, gjørt púra greitt, at allur rakstrarstuðul til fiskiflotan, er tikin av, og verður ikki settur í gildi aftur. Og her uppi í er íløgustuðulin.


Verður viðgjørt

Báði Hergeir Nielsen og Jørgin Niclasen siga, at trupulleikin hjá djúpvatnstrolarunum verður viðgjørdur í samgonguni.

Men hvat úrslitið verður, vita teir ikki.

Báðir eru teir tó samdur um, at tað ber ikki til at liva við tí politiskt, um djúpvatnstrolararnir fara á heysin.

Hergeir Nielsen sigur, at hann reisti spurningin í umrøðuni av ólavsøkurøðuni, men hann fekk onki svar.

? Tað er klárt, at fara djúpvatnstrolararnir verður fullkomiligt vinnuloysi m.a. í Suðuroynni.

Hergeir Nielsen sigur, at tað er vilji í tinginum at varðveita trolararnar, tí fara teir, fer tað at raka ávís øki í landinum meint.

? Og tað ber ikki til at liva við, politiskt.

Men, hvussu langt hesin viljin røkkur veit Hergeir Nielsen ikki at siga.

? Vit fara at royna tað, vit kunnu.

Og hvør loysnin verður, vil hann ikki siga nakað um, tí hann heldur, at tað vildi verið skeivt at sagt nakað um tað, fyrrenn samgongan hevur tosað saman.

Enn er ongin niðurstøða gjørd og løgtingsmaðurin úr Suðuroynni kann heldur ikki veita trygd fyri, at samgongan kemur til eitt úrslit, ella, hvussu tann góði, politiski viljin fer at koma til sjóndar.

Hvussu hart er tú, sum samgongumaður, til reiðar at seta málið upp?

? Nei, tað fari eg ikki at taka nakra ógvuliga avgerð um longu nú. Málið má mýkjast og viðgerðast fyrst fyri at vita, um tað ikki kann loysast í sátt og semju. Tað er útgangsstøðið, sigur suðuroyartingmaðurin.


Skulu hava livilíkindi

Jørgin Niclasen sigur, at hansara støða er, at hasin parturin av flotanum skal hava livilíkindi.

? Og tað ber til at geva teimum livilikindi uttan at geva teimum íløgustuðul.

Hann sigur, at fiskimálaráðharrin, og teir, sum varða av djúpvatnstrolarunum hava viðgjørt støðuna saman. Og hann hevur skilt, at teir eru komnir fram til eina loysn, sum kann brúkast.

Jørgin Niclasen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at fiskimálaráðharrin arbeiðir við eini ætlan um at geva djúpvatnstrolarunum eina botnfiskakvotu.

? Fáa teir eina kvotu, hevur hon eitt virði. Nú skal tað m.a. viðgerast, hvussu stór, kvotan verður. Men ætlanin er ikki, at teir skulu innaftur á grynri vatn at royna.

Fer tað ikki at økja trýstið á toska- og hýsustovnin enn meiri?

?Tað er ikki vist. Tað veldst um, hvar teir fiska. ? Tað kemur ikki at økja trýstið á landleiðina um teir fiska uttarliga

? Í øllum førum kann sigast, at politiskt kann eg ikki liva við, at djúpvatnstrolararnir fara á heysin.

? Nú vil eg fyrst síggja, hvørja loysn partarnir koma til. Og er tað ikki nóg mikið, er støðan ein onnur, og má takast upp til ta tíð, sigur løgtingsmaðurin úr Vágum.

Beint fyri valið vart tú við til at leggja uppskot fyri tingið um at lata íløgustuðulin halda fram. Er tú ikki sinnaður at taka tað uppaftur

? Tá var tað tann einasta loysnin, sum var í eygsjón. ? Tað er tað ikki longur og lat okkum síggja, hvør loysnin verður.

Men kanst tú tryggja djúpvatnstrolarunum eina framtíð?

?Nú vil eg fegin síggja, hvussu loysnin sær út. Og tað, sum eg havi sagt er, at eg vil ikki vera við til at avhøvdað handan flotan, tí hann fiskar fisk, sum ongin annars fiskar, sigur Jørgin Niclasen.