Viljin komin aftur

Sigursharrin hjá B71, Símin Hansen, heldur, at liðini vóru jøvn, men at B71 vann eftir eitt uppiborið brotsspark.

- Vit kempaðu væl. Bæði liðini vóru bangin fyri at tapa, so eingin leyp á. Kanska tú kanst siga vit vóru hepnir, men hattar var klárt brotsspark, helt Símin.

Vit spurdu Símin, hvat tað er sum nú er farið at rigga, sum ikki hevur riggað fyrr í ár.

- Her er meiri vilji kom í aftur. Vit væntaðu at klára tað væl í byrjanini, eftirsum vit í fjør gjørdu tað so gott, men nú er viljin komin aftur, fegnast Símin um.

Um møguligan styrkt til B71 sigur Símin soleiðis:

- Vit hava tørv á einum verjuleikara. Ikki tí at verjan er veik, men tí vit eru ov fáir verjuleikarar, segði Símin Hansen.