Viljormur ivasamur

Súni Olsen er á gáttini at byrja inni, meðan Viljormur hevru skaða at dragast við

Føroyska liðið hevði fyrrpartin sína seinastu venjing undan dystinum móti Eysturríki í annaðkvøld. Vinstri bakkurin, Viljormur Davidsen, hevur trupulleikar í baklærinum. Tað er óvist um hann verður tøkur til dystin í morgin. Til venjingina kundi sæð út til, at Erling Jacobsen er favorittur at taka yvir um Viljormur ikki verður tøkur til dystin.

 

Lars Olsen segði við in.fo, at talan ikki verður um nógvar broytingar, men at onkrar broytingar verða. Í einum uppspælsvenjing kundi sæð út til, at Hallur Hansson verður skumpaður á framrættaða miðvøllin, meðan Christian Lamhauge Holt tekur yvir frá Daniel Udsen á høgra vongi. Hetta gevur so pláss til Súna Olsen á miðvøllinum.

 

Í sama spælið var Jóan Símun Edmundsson hálaður longur aftur á vøllin, meðan Páll A. Klettskarð, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen vóru á fremstu plássunum.

 

So er spurningurin um hetta var av tilvild, ella um talan var um til ætlað uppstilling. Lars Olsen vildi siga so mikið, at Súni Olsen  var á gáttini til at byrja inni, men at hann mátti fáa putslispælið at liggja rætt fyrst.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Eysturríki verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin byrjar longu klokkan 15. Eftir tíðindini klokkan 17 verður fylgt beinleiðis við, tá føroyska U21 landsliðið spælir móti Týsklandi á útivølli.