Í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi Viljormur Davidsen við frá byrjan, tá lið hansara, Vejle vann 3-0 á Helsingør yviri í Sælandi. Jóan Símun Edmundsson var ikki tøkur hjá Velje í dag vegna skaða.
Thomas Mikkelsen legði Vejle á odda 1-0, tá 24 minuttir vóru farnir. Simon Nagel økti til 2-0, tá 54 minuttir vóru farnir, og sami Simon Nagel staðfesti sigurin hjá Vejle í 76. minutti, tá hann skoraði til 3-0. 986 áskoðarar vóru til dystin í Helsingør.
Vejle er bert eitt stig aftanfyri AC Horsens, sum liggur á triðja plássi. Horsens hevur 28 stig, meðan Vejle hevur 27 stig. Vinnur Vendsyssel FF heimadystin ímóti Skive verða teir og Lyngby á odda við 35 stigum hvør. Trý tey ovastu liðini flyta upp í superliguna komandi kappingarár.
Komandi sunnudag hevur Vejle heimadyst ímóti Roskilde, sum liggur næstaftast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við bert 13 stigum.