Hendan dag hava fólk í flestum Norðurlondum møguleika at fara út í náttúruna at hyggja at villum blómum við einum kønum túrleiðara. Endamálið við degnum er at kunna um staðbundnu føroysku floruna og at skipa fyri uttandura virksemi, ið setur fokus á villblómur og at geva plantuáhugaðum ókeypis náttúruupplivingar. Í Føroyum verður skipað fyri 10 túrum, har kønir túrleiðarar bjóða plantufrøðiligar upplivingar og siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur.