Í góðveðrinum í gjár varð farið úr Sumba. Eini 120 høvdu bundið sær lissurar og stillað stoppurið og hildu leiðina norður gjøgnum tunnilin til Vágs. Í gjárkvøldið var aftankvirra í Vágs kirkju.
Í morgun gekk leiðin fyrst til Hovs og seinnapartin norður til Trongisvágs. Sunnudagin verður runnið til Sandvíkar og á vegnum verður motiónsguðstænasta í Hvalba.
Við eru rennarar og gangarar úr øllum Føroyum og øllum aldursbólkum, bæði eliturennarar og motiónsgangarar.
Tiltakið er fyriskipað av Vilt. Hetta er annað árið at fyriskipað verður fyri hesum, og á luttakaratalinum, sum er tvífaldað í ár, sæst, at tiltakið hevur vaksandi undirtøku millum fólk.
Eisini íslendingar hava frætt og eru eini 30 úr grannatjóðini fyri norðan komin at taka lut.
Teir fyrstu luttakarnir koma á mál í Sandvík um 11 tíðina sunnudagin.