Fríggjadagin klokkan 17 fór fylgið, har yvir 60 høvdu teknað seg til frammanundan, úr Sumba til Vágs, ið var fyrsti teinurin á leiðini av 4 teinum: Sumba-Vágur (12). Vágur-Hov (9). Hov-Trongisvágur (9). Trongisvágur-Sandvík (15).
Runnið var fríggjadagin úr Sumba til handilsmiðstøðina Torgið í Vági. Síðani var gisting og hugni á skránni og í dag hava luttakararnir runnið teinarnar Vág ? Hov og Hov ? Trongisvág. Í morgin gongur leiðin til Sandvíkar, men steðgað verður í Hvalba, har heilsuguðstænasta er partur av tiltakinum.
Luttakararnir koma úr øllum landinum og til ber enn at tekna seg til síðsta teinin, við at vitja www.vilt.fo