Vilt tú yvirliva í fiskivinnuni kenn so nummarið hjá Jacobi

Vinnudagur Fortreytin fyri at klára seg í fiskivinnuni er, at tú kennir fartelefonnummarið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, tí tryggir karmar eru ongir. Soleiðis segði Pól Huus Sólstein, stjóri á Atlantic Pelagic, í kjaki á Vinnudegnum fríggjadagin, tá hann sjálvur, Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Súsanna Danielsen, stjóri í umsitingini hjá løgtinginum, kjakaðust um, hvussu Føroyar kunnu halda uppat at mala í ring

 
Vinnuhúsið var bersøgið í ár í sínum uppleggi til Vinnu­dagin, tí longu tá formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, beyð vælkomin, var tónin hvass­ur. Hann helt avgjørt, at før­oyingar mala í ring og segði, at Føroyar í løtuni hava eitt bókhaldslandsstýri, sum ikki vísir á nakra kós, hvørki vinnu­politiskt ella á annan hátt.
Í kjakinum út á seinna­partin varð tráðurin tikin uppaftur, og lagt varð fyri við at staðfesta, at fyri 18 árum síðan høvdu føroyingar eina stóra bankakreppu, og í farnu viku tók aftur ein banka­kreppa seg upp. Í 1993 kom Jørn Astrup Hansen til Føroya at rudda upp, og nú kemur hann so aftur. Politikararnir vistu onki um standin tá og kravdu at fáa innlit í alt, og eisini tann søgan endurtekur seg nú.

Patrónar og klientar
Tey trý í panelinum høvdu fingið til uppgávu at kjakast undir heitinum »Skulu vit halda fram at mala í ring« og vóru samd um, at tað er ikki sørt, at føroyingar í nógvum málum mala í ring. Hans Andrias Sølvará helt, at føroyingar sjáldan agera í málum, men reagera upp á mál. Av tí sama verða størstu avgerðirnar oftast tiknar undir trýsti og í einum skelki.
Pól Huus Sólstein saknaði, at fiskivinnan hevur tryggar karmar at virka undir, og at meira verður gjørt fyri at fáa optimalt burtur úr fiskivinnuni. Av tí, at ong­ir tryggir karmar eru, er fiski­vinnan ótrygg, og tað tryggasta er at kenna far­tele­fon­nummarið hjá Jacobi Vestergaard, lands­stýris­manni í fiskivinnumálum, tí so ert tú nøkulunda inni í hit­anum.
Hans Andrias Sølvará varð spurdur, hvat hetta hevur við sær, tá samfelagið skal eitast at vera skipað eftir lógum, reglum og prinsippum. Hann svaraði, at kanska er skipanin eitt sindur sum í rómverjaríkinum, har nøkur fá eru patrónar í erva, og restin er klientar í neðra. Látur og klappsalvur rungaðu í Norðurlandahúsinum, tá fartelefonin hjá Jacobi Vest­ergaard var á bredd­anum.
 
Frá ídnaði til vitan
Nógv varð eisini gjørt burtur úr almennu umsitingini og hennara leikluti í sam­fe­lagnum. Súsanna Danielsen varð spurd, um almenna um­sitingin í veruleikanum gevur politisku skipanini mótspæl, ella um aðalstjórar og deildarleiðarar ikki heldur kunnu metast sum eitt slag av ráðharraskrivarum, ið onki mótspæl geva.
Hetta vildi hon ikki bein­leiðis siga, men hon ásannaði, at nógv verður ikki gjørt burtur úr tí, sum sakkøn fáa frá hondini í politisku skipanini. Einaferð snúði alt seg um Visión 2015, men hvar tann frágreiðingin endaði, var ikki gott at vita, segði hon. Eisini nevndi hon, at um­ráðandi er, at Føroyar gera sær greitt, um tær vilja verða ídnaðarsamfelag ella vitanarsamfelag.
Flyta vit okkum ikki inn í vitanarsamfelagið og draga væl útbúgvin fólk heimaftur, so steðgar samfelagið upp, og fólkatalið kann fara at minka í stórum, segði Súsanna Danielsen. Øll trý í panelinum vístu eisini á, at stórur partur av ungdóminum, tvs. tey um 25 ára aldur, eru als ikki í landinum og taka lut í samfelagslívinum. Hetta darvar samfelagsmenningini, hildu tey. 

Primitiv kjakmentan
Hans Andrias Sølvará varð spurdur, um Føroyar í løtuni standa mitt í eini broytingartíð sum fyri 100 árum síðan, tá fiskivinnan var tann nýskapandi vinnan, og kongsbøndurnir stríddust ímóti broytingunum, ið tó máttu koma. Eru reiðararnir í dag sum kongsbóndurnir og stríðast ímóti neyðugu broytingunum? Ja, tað helt hann, men broytingarnar koma kortini. Samfelagið flyt­ur seg, hagar tað má fara.
Nógv varð eisini tosað um tónan í almenna orða­skift­inum. Hans Andrias Sølvará helt, at motivgransking merk­ir mangan almenna orða­skiftið. Lurtað verður ikki eftir tí, sum sagt verður, men granskað verður, hvør tað er, sum tosar, og so verð­ur dómur feldur eftir politiskum liti, eftirnavni ella kanska starvsheiti.
Hann nevndi sum dømi, at øði kom í grindina, tá kringsvarpsmaðurin Heini í Skorini herfyri legði eft­ir landsstýrinum í ein­um les­ara­brævi, júst tí hann er kring­varps­maður. Fleiri vóru so ørg um, at kringvarpsmaðurin hevði tikið orðið, at hann varð kærdur fyri leiðsluna, men hvat segði hann? Hetta varð ikki umrøtt serliga neyvt.

Darvandi nærleiki
Politiska stýringin var á breddanum stóran part av kjakinum. Pól Huus Sólstein nevndi fleiri ferðir, at ilt er vita, hvørjir karmar eru galdandi, og tað skapar óvissu. Eisini vísti hann á, at Brasilia hevur havt stóra framgongd seinnu árini, tí har skiltu tey at enda, at skuldu tey fáa framgongd, máttu tey halda uppat at tosa um nøgd og heldur fara at tosa um góðsku.
Súsanna Danielsen nevndi, at Føroyar mugu av sonn­um sigast at hava nær­demo­krati. Hetta kann vera gott, men eisini ringt, helt hon. Tá politikarar skulu taka yvirskipaðar avgerðir og leggja langtíðarmál, er so skjótt, at teir verða ávirkaðir av áhugamálum, sum vilja nakað annað, júst tí so stutt er til politikararnar í Før­oyum.
Í upplegginum til kjakið varð spurt, um Føroyar eru nýmótans land á veg framá ella romantiskt reservat á fall­andi føti. Við hetta varð meint, at samfelagsliga verð­ur hildið at vera neyðugt, at ungfólk fáa sær útbúgving og síðan koma heimaftur at gera mun í samfelagnum. Men hví koma tey aftur, sum koma? Kanska tí tey fáa barnagentur í Føroyum, men annars lítið og onki hava upp á hjarta?
Hesin spurningur varð eisini umrøddur, og semja var um, at mong væl útbúgvin fólk eru í landinum, men gera lítið vart við seg. Kanska tey skriva okkurt álit, sum endar í onkrari skuffu eins og Visión 2015, men har verður teirra vitan ikki forankrað í politisku avgerðirnar, og tí kemur hon ikki samfelagnum til góðar.