Viltist maðurin í orðabókini?

Rolf Guttesen, lærdur »færøekspert« við adressu í Danmark og lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, speirekur í Sosialinum hin 22. desember Høgna Hoydal fyri at feilsitera Karl Marx

Rolf Guttesen, lærdur »færøekspert« við adressu í Danmark og lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, speirekur í Sosialinum hin 22. desember Høgna Hoydal fyri at feilsitera Karl Marx.

Nú siterar Rolf Guttesen Karl Marx frá eini útgávu á donskum, sum eg tíverri ikki havi. Tað er annars fyri meg nýtt, at Karl Marx eisini skrivaði á donskum, men sum væl er, er altíð okkurt nýtt at læra. Jú, Karl Marx var av sonnum ein lærdur maður!

Rolf Guttesen sigur, at landsstýrismaðurin í tjóðveldismálum tvætlar, tá hann sigur, at eyðkenni fyri eitt samhaldsfast samfelag er at: »Hvør letur eftir evni og nýtur eftir tørvi«. Men samstundis sum hann sigur, at orðini eru eftir Marx, sigur hann tey at vera feilsiterað. Sjálvandi eru tey ikki tað. Tey eru hvørki feilsiterað ella eftir Marx. Fyri tað fyrsta eru aðrar bíbliur til enn »Marx-Engels: Udvalgte Skrifter« og fyri tað næsta hevur landsstýrismaðurin egið heilavirksemi, sum kann leggja afturat ella trekkja frá hugsanum hjá øðrum og til tíðir kanska eisini framleiða onkran sjálvstøðugan tanka.

»At hvør letur eftir evni og nýtur eftir tørvi« ber slettis ikki til, sigur Rolf Guttesen. Og so nevnir hann dømir um, at onkur tørvar shampagnu at drekka og at øðrum tørvar summarhús á Mallorca. Víðari skrivar Rolf Guttesen: »Eingin kann í einum vanligum vælferðarsamfelagi nýta, njóta ella brúka eftir tørvi. Tørvurin er ikki til at metta«.

Jú, víst ber tað til. Tørvurin er definerbarur, og tí ber tað til. Tær tørvar ikki at drekka champagnu ella cognac. Men tær tørvar at drekka vatn. Tú kanst ynskja at drekka fínt, men tær tørvar tað ikki! Tí ber tað væl til at lata eftir evni og at nýta eftir tørvi, men tað ber ikki til at lata eftir evni og at nýta eftir ynski.

Spurningurin er tí um ikki maðurin viltist í orðabókini ella um hann onga eigur. Nú loksins Móðurmálsorðabókin er komin, hevði tað verið góð hjálp hjá Rolf Guttesen at ogna sær hana fyri at fáa samband aftur við málið. Um hann nú ynskir tað. Okkum kann tað tó vera líkamikið við vegleiðing frá donskum desillusioneraðum, svartsíggjandi pseudomarxistum uttan so, at teir fyrst taka seg úr mýrilendinum, teir eru vassaðir út í.