Vinarvøttir sissa fólk við demens

Stórur áhugi at binda serligar vøttir, til fólk við demens.

Vinarvøttur er eitt plagg, á 30x30cm, sum verður seyma saman til eitt rør, at hava báðar hendurnar í. Hesir vøttir stimbra sansirnar hjá m.a. fólki við demens og eru sissandi.

 

Vøtturin kann evnast uppá ymiskar mátar t.d. bindast, heklast, vevast ella tøvast. Hann skal vera í ymiskum litum og prýðast við ymiskum skapum, innan og uttan.

 

Tað eru fyriskipararnir av Bindifestivalinum í Fuglafirði, sum standa fyri átakinum Vinarvøttur. Tær hava fingið hópin av Vinarvøttum, sum síðani eru sendir til sambýli og dagtilhald kring landið. Sólgerð M. Joensen, stigtakari, greiðir frá, at stórur áhugi er at binda Vinarvøttir, m.a. eru fleiri, ið ynskja at binda til onkran tey kenna. Vøttirnir virka linnandi móti ristingum á hondum og bjørtu litirnar stimbra eygu og sinnið.

 

Á enskum, eita vøttirnir “Twiddle muffs”. Um tankarnir handan føroyska navnið, greiðir Sólgerð M. Joensen frá, at tað kemst av, at tann sum bindur, er ein vinur, sum letur vøttin til ein sum hevur tørv á tí. Vøtturin virkar eisini sum ein vinur, hjá tí ið nýtir hann.

 

Í samband við altjóða alzheimerdagin í fjørð, var skipa fyri altjóða kapping í Kroatia har m.a. vakrasti vinarvøttur skuldi kjósast. Á leið 40 føroyskir vøttir komu til kappingina og fimm av hesum blivu sendir til Kroatia, har kappingin European Twiddle Muff Award bleiv hildin.

 

Ongin av føroysku vøttunum fingu virðisløn, men við teimum 40 vøttunum, fingu Føroyar virðisløn sum virknasta luttakaraland, í mun til íbúgvaratal.

 

Á Bindifestivalinum, sum verður í Fuglafirði 20-23 apríl, verður undirvíst í at gera Vinarvøttir.