Vindur og regn alla vikuna

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein landnyrðing og fer tætt framvið í ein útnyrðing úr Føroyum týsdagin, við nógvum vindi og regni. Mikukvøldið kemur aftur eitt brúgvalag inn yvir Føroyar av suðri og tað tilhoyrandi lágtrýstið fer framvið landinum hósdagin. Restina av vikuni verður framvegis nógvur vindur og óstøðugt veður.

 

Í dag er hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Út á dagin makar hann vindin og í kvøld verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin ælaveður, seinnapartin turt og onkur sólglotti. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og sum frá líður fer at regna. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s, um náttina snarar í ein útsynning og eitt skifti verður upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 7 m/s. Sólglottar og okkurt æl, men um náttina yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.