Veðurstova Føroya roknar við heldur illsligum veðri í dag og í kvøld. Í morgin verður sum frálíður frægari veður.
Veðurstova Føroya sigur, at í dag vera 10-15 m/s av landsynningi, í støðum upp í 18 m/s, seinni eitt sindur minni vindur av útsynningi. Samdrigið og regn. Í kvøld og í nátt 15-20 m/s av útsynningi og vestri. Skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin í dag millum 7 og 10 stig. Í nátt millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin vera 10-15 m/s av norði, í støðum upp í 18 m/s. Seinni minkandi niður 3-8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, seinni klárari og turrari. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig.