Flestu føroyingar seta Edmund Joensen í samband við politikk. Onnur vita eisini, at løgtingsformaðurin í nógv ár hevur verið íðin bridge-spælari, og so vita nógv fólk eisini um tíðina hjá honum á Skelja- og Rækjuvirkinum á Oyri. Hinvegin eru tað helst færri fólk sum vita, at Edmund Joensen hevur ein brennandi áhuga fyri trøum og trævøkstri.
Edmund og konan Edfríð hava plantað milum 4000 og 5000 trø í garðinum hjá sær, sum er 6.000 fermetrar til støddar. Hundraðtals grantrø, rósutrø, furutrø, pílur, rønn og onnur trø eru at finna í garðinum beint sunnan fyri brúnna um Streymin, og har hava hjúnini á Oyrabakka brúkt óteljandi tímar seinastu 15 árini til at seta trø niður og fáa tey at vaksa.
Úrslitið er ein hugtakandi og stórsligin garður við stórari grønari fløtu, nógvum trøum, áum, eini krógv og nógvum fuglalívi. Eitt satt paradís fyri familjuna í lýggjum summarveðri.
- Vit hava brúkt sera nógv tíð í garðinum, men tað hevur eisini verið eitt stórt umskifti, síðani trøini rættiliga komu fyri seg, og tað bleiv betur lívd í garðinum. Abba- og ommubørnini dáma væl at koma her, og so skjótt sum veðrið er gott, so fara vit út um, sigur Edmund Joensen.
Fekk áhuga fyri trøum
Tað var í 1992, at áhugin fyri trøum var blivin so mikið stórur, at Edmund sjálvur fór at blanda seg upp í arbeiði í garðinum á Oyrabakka.
- Tað er konan, sum fekk meg at fáa áhuga fyri trøum. Hon hevði arbeitt nógv í tí lítla garðinum, áðrenn eg fekk áhuga fyri tí. Eg var so nógv upptikin av øllum øðrum, eg gav mær ikki stundir til at fara út í havan, sigur Edmund.
Konan, Edfríð, tekur undir við hesum.
- Fyri 20 árum hevði eg ikki trúð, at Edmund skuldi fara at broytast so nógv. Hann hevði so nógv annað at takast við, at hann vísti ikki áhuga fyri trøunum, men har er nógv broytt, sigur Edfríð.
Tá ið Edmund kom upp í leikin, gjørdu hann og konan av at fara í holt við tað stóra økið, sum tey áttu rundan um húsini hjá sær. Økið var tað 4.000 fermetrar, og seinni hava tey keypt afturat, so at økið rundan um húsini er 6.000 fermetrar stórt.
- Onkur vildi sagt, at tá ið eg kom upp í, so skuldi tað vera so ógvusligt, sigur Edmund við einum smíli.
Lívd og dren avgerandi
Fyrsta uppgávan var at drena økið væl, at velta moldini, og so annars at gera klárt til at planta trø.
- Hetta økið er eitt gamalt torvpláss hjá fólki á Oyri og Norðskála, so tað skuldi eitt sindur av arbeiði til fyri at fáa jørðina góða at planta í. Vit hava leitt vatn burtur, velt moldina væl, og tí er gjørligt at fáa trø at vaksa her. Onkrastaðni hava vit eisini koyrt knústar skeljar í moldina, sigur Edmund.
- Vit hava ráðført okkum nógv við Skógrøkt Landsins, tí tey vita væl um trø, og hvat kann klára seg í føroyska veðurlagnum.
Hann gongur undan, meðan vit gera ein túr runt í garðinum, og hann finnir væl røttu leiðirnar millum trøini, yvir um ánna, út um garðin, og so innaftur. Hann veit, hvat trøini kunnu stinga eitt sindur, og hvar tað er best, at klúgva upp um garðin.
- Vit hava plantað rósutrø uttast, tí tey klára eitt sindur av hvørjum og kunnu skapa lívd fyri øðrum trøum innanfyri. Her sunnanfyri hava vit eisini gjørt ein garð fyri tveimum árum síðani, og hann hjálpir eisini væl til at skapa lívd fyri trøunum, greiðir Edmund frá, tá ið vit eru farnir út um garðin sunnast í økinum.
- Ringasta ættin her er útsynningur-sunnan, og tí hava vit gjørt hendan garðin, her tað er mest ábært. Høgættirnar eru eisini strævnar fyri trøini,
- Størstu fíggindarnar ímóti trøunum eru vindur og væta. Tú mást plantað soleiðis, at tú fært lívd fyri trøunum, og tú mást eisini drena jørðina væl, so at hon verður góð at seta trøini niður í.
Ahorn nýggja skotið á stammuni
Vit spáka oman um garðin, og Edmund greiðir frá teimum ymsu trøunum, sum tey hava plantað. Niðanfyri eru nógv grantrø, men hóast tey kundu hildið jól í nógv ár við trøunum úr teirra egna garði, so fáa grantrøini frið at standa.
- Eg rokni við, at vit hava plantað millum 4 og 5.000 trø. Øll trøini koma sjálvsagt ikki fyri seg, men her eru nógv trø tilsamans. Vit hava mest av rósutrøum, grantrøum, furutrøum, lerki, rønn, men tað eru eisini nógv onnur sløg av trøum.
Norðan fyri húsini eru trø sett niður fyri kortum, og har hava Edmund og Edfríð fyri fyrstu plantað ahorn.
- Ahorn er at finna í Havn. Trøini hava staðið í meira enn hundrað ár hjá Ríkisumboðnum og løgtinginum, og tað eru fræ, sum eru komin harfrá, sum eru endað her í garðinum. Ahorn livir í langa tíð, so tað ber rólig til at siga, at hetta er ein langtíðaríløga, men onkur fær helst gleði av hesum trøunum um hálvtrýss ella hundrað ár, sigur Edmund.
Baks fyrstu árini
Garðurin við teimum mongu trøunum er ikki komin av ongum. Edmund og Edfríð hava gingið undan í einum drúgvum arbeiði at planta og fáa trøini at vaksa.
- Fyrstu árini vóru tey strævnastu. Eg og Edfríð lógu við afturpartinum hægst og leitaðu eftir trøum í garðinum. Vit høvdu ikki sett træpinnar niður, har vit høvdu plantað trø, og vit skuldu bókstaviliga finna trøini aftur í grasinum, tá ið vit skuldu sláa og royta gras, greiðir Edmund frá.
- Vit hava fingið góða hjálp frá familju og vinum, tá ið vit hava plantað, men vit hava eisini sjálvi brúkt sera nógv tíð til trøini. Nú trøini eru vaksin nógv, er tað blivið nógv lættari at halda havan, men tað er sjálvandi nógv at halda viðlíka. Grasið skal sláast fleiri ferðir um árið, og tað er eitt sindur at fara um. Men við einum góðum plenuklippara ber tað væl til, og so fáa vit nógv ókeypis motión eisini, sigur Edmund.
Fekk luft í garðinum
Edmund Joensen var byrjaður at stákast í garðinum, tá ið hann gjørdist løgmaður í 1994. So meðan heit politisk mál vóru ovast á dagskránni, og bankakreppan veruliga rakti føroyska samfelagið, brúkti Edmund eisini nakað av tíð í garðinum hjá sær.
Onkur, sum er komin fram við garðinum hjá Edmund miðskeiðs í 90’unum, veit at siga frá, at Edmund var í klædningi og gummistivlum onkra ferðina, tá ið hann gav trøunum vatn
- Tað var gott at kunna fara út í garðin at stákast onkra løtuna, tá ið tað leikaði harðast á í politiska lívinum í 90’unum, sigur Edmund.
Starvið hjá Edmund er framvegis í politikkinum. Síðani 2002 hevur hann verið løgtingsformaður, og tí brúkar hann nógva tíð millum politikarar í Havn.
- Tað kemur fyri, at vit tosa eitt sindum trø í løgtinginum. Maria, sum starvast í kantinuni, veit eina rúgvu um trø, so vit práta ofta um garðar og trø, sigur Edmund.
Tá ið hann fyri trimum árum síðani rundaði tey seksti árini, fekk hann tvey trø í føðingardagsgávu frá Javnaðarflokkinum.
- Eg havi sagt við Kristian Magnussen, at tá ið eg haldi, at javnaðarmenn skikka sær illa, so fari eg út í havan og risti í trøini frá Javnaðarflokkinum, sigur Edmund flennandi.
- - -
Fakta
Navn: Edmund Joensen
Føddur: 19. september 1944
Kona: Edfríð Joensen av Norðskála
Bústaður: Oyrabakki
Løgtingsmaður síðani 1988
Løgmaður 1994-1998
Fólkatingsmaður 1994-1998
Løgtingsformaður síðani 2002
- - - -
Edmund um fartelefonir
Fartelefonin er eitt týdningarmikið amboð, og eg havi slitið fleiri telefonir upp. Eg havi altíð telefonina hjá mær, hóast eg ikki altíð fái tikið hana. Telefonin hevur eisini tilknýti til arbeiðið hjá mær, og eg vil gjarna hava fingurin á pulsinum.
Edmund um politikarar
Politikarar eru hampafólk og vanlig skilafólk, men tað er munur á einum politikara, sum hevur mikrofonina frammanfyri sær, og einum politikara, sum tú møtir á kaffistovuni í løgtinginum. Í kaffirúminum eru teir allarflestu hjartans vinir, men verður mikrofonin tendrað, so kemur eldur í.
Edmund um ítrótt
Eg fylgi við í ítrótti sum vanlig fólk gera. Sjálvandi havi eg serligan áhuga fyri lokala ítróttinum her í økinum – EB/Streymi, Hvassa og øðrum. Eg fari eisini onkuntíð til landsdyst, og nú er tað so snilt, at tú fært fylgt við einum fótbóltsdysti við einum oyrasnigli, meðan tú slært gras.
Edmund um føroyskan mat
Mær dámar best føroyskan mat. Vit eta nógvan fisk, og mær dámar sera væl fisk. Og so er tað eisini allur hin føroyski maturin, sum passar til ymisku árstíðirnar. Eg vil ikki taka nakan ávísan mat fram um annan, men kann bara siga, at mær dámar væl allan føroyskan mat.
Edmund um miðlar
Eg fylgi væl við í øllum miðlunum. Eg lesi bløðini, lurti í útvarpi og hyggi í sjónvarpi. Eg fylgi ikki bara við í føroyskum miðlunum, mær dámar eisini væl at hyggja eftir útlendskum sjónvarpsrásum – til dømis DR1 og DR2. Eg hyggi eftir tíðindum, aktuellum sendingum, dokumentarsendingum og eisini eftir vísunda- og náttúrusendingum.
Edmund um veðrið
Tey flestu kundu ynskt sær betur veður í Føroyum, men veðrið er nú einaferð, sum tað er. Mær dámar best at verða heima um summarið, tí tá er veðrið hampuliga gott. Hinvegin hava føroyingar gott av at sleppa uttanlands um veturin, tí veturin kann verða langur og strævin at koma ígjøgnum.