Vinn ferð við Ungdómstúrinum 2010

Í dag fer morgunsendingina hjá Rás2 at burturluta tveir ferðaseðlar við ungdómstúrinum hjá Smyril-Line 2010. Norrøna bjóðar aftur í ár til ungdómstúr, eftir væl eydnaða túrin í fjør. Aftur í ár gongur leiðin til Íslands, og í nakrar dagar er tað føroyski ungdómurin sum eigur Norrøna.

 

Túrurin verður í mars, og longu nú ber til at ogna sær atgongumerki.

 

Morgunsendingin hjá Rás2 burturlutar í morgun millum 09 og 12 tveir ferðaseðlar til ungdómstúrin 2010, og í morgunsendingini kanst tú hoyra hvussu hesir ferðaseðlar kunnu vinnast.