Í Sørvágs kommunu er nógv vinnuligt virksemi, og tað er ikki bara við flogvøllin og á vinnuøkinum oman fyri landsvegin, at Sørvágur hevur vinnu.
Niðri á havnalagnum er alifelagið Hiddenfjord við nógvum skapandi virksemi, og her er smiðjan hjá Henriksen-monnunum, umframt annað virksemi og ringvirkningar, sum hesar vinnur skapa í økinum.
Í Sørvági er eisini handilsvinna, matstovuvinna, og her er ymisk entreprenørvinna, handverksvinna og ferðavinna.
Men, eingin bygd ella kommuna livir av vinnu eina, tó at vinna skal til, soleiðis at fólk hava eitt livibreyð og nakað at fara upp til.
- Eg plagi at siga, at vinnan er grundarlagið, men mentanin er innihaldið. Her í kommununi hava vit eitt ríkt ítróttar-og mentanarlív, og í ítróttinum eru tað serliga fótbólturin og flogbólturin, sum skara framúr.
Borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, vísir á, at Sørvágur eisini hevur ríkt tónleikalív, har Gamli skúlin fyri árum síðan er umbygdur og dagførdur og er sera væl egnaður sum karmur um tónleikaundirvísing og tónleikin í kommununi.
- Her eru eisini javnan konsertir, og her eru fyrilestrar, og aukustikkurin í hølunum er framúr, sigur hon.
Pláss er fyri umleið 80 fólkum til konsertir ella fyrilestrar í Gamla skúla, og sum partur av hugnaliga umhvørvinum er gomul grótlaðing og bjálkar í bygninginum.
- Vit plaga at siga, at okkara musikkskúli er ein tann fyrsti í Føroyum, sum burtur av er umbygdur og dagførdur til endamálið, sigur Eyð Ellingsgaard, sum gjørdist borgarstjóri í Sørvágs kommunu eftir seinasta kommunuval.