Vinnan fegnast um umskipan

Formaðurin í Ferðavinnufelagnum væntar sær væl størri smidleika í virkseminum hjá Visit Faroe Islands, um stovnurin verður skipaður sum alment partafelag

Ingolf S. Olsen

Allan Skaalum, sølu- og markn­að­ar­leiðari hjá Atlantic Air­ways og formaður í Ferða­vinnu­felagnum, sum er felag­ið hjá teimum føroysku ferða­vinnu­fyritøkunum, er ikki í iva um, at Visit Faroe Islands fer at verða meira effektivt í oddi­num fyri før­oyska ferða­vinnu, um stovn­ur­in verð­ur loystur úr stram­ma politiska haftinum og um­skip­að­ur til eitt parta­felag.
- Í Ferðavinnufelagnum taka vit undir við hesum. Upp­runaliga varð arbeitt við, at Visit Faroe Islands skuldi verða helvt um helvt alment og privat, og á eykaaðalfundi í fjør fekk nevndin í Ferða­vinnu­felagnum heimild til at skjóta pening í eitt slíkt felag. At tað nú verður 100 prosent al­ment í staðin broytir onki upp ætlanina sum so, men bert upp á eigarastrukturin, so vit taka eisini fult undir við hesum leistinum, sigur hann.

Smidleiki
Allan Skaalum vísir á, at ferða­ráð alla aðra staðir fyri langari tíð síðani eru um­s­kipað í heil- ella hálv­al­menn feløg við tí fyri eyga at tilføra virkseminum meira dyna­mikk og fleksibilitet.
- Tað hevur stóran týdning, at ein stovnur sum Visit Faroe Islands kann arbeiða skjótt og smidligt og ikki skal brúka óneyðuga tíð upp á tær nógvu mannagongdir og prose­dyr­ur, ið hanga upp í, tá talan er um ein almennan stovn. Øll orkan, bæði í peng­um og arbeiðsorku eigur at fara til marknaðarføring í stað­in, sigur hann.
Formaðurin í Ferða­vinnu­felagnum heldur eisini, at tað er gott samsvar mill­um ætlan­ina hjá vinn­u­mála­ráð­harr­anum og viljan hjá Løg­ting­inum.
- Tey seinastu tvey árini er politiska skipanin farin at lata nógv meira pening til Visit Faroe Islands, so stovn­urin verður betri førur fyri at marknaðarføra landið og seta ferð á eina vinnu við ein­um stórum potensjali, og sum eisini fer at kasta nógvar peng­ar av sær, um rætt verð­ur atborið. Tá hongur tað væl saman, um politiski myndug­leikin samstundis tekur burt­ur allar tær forðingar, ið eru fyri at virka smidligt og effektivit, sigur Allan Skaal­um.