Vinnan má fáa greið boð um nær vit lata upp

Higartil hevur ferðavinnan mist áleið 70% av søluni í 2020. Tí krevur vinnan nú greið boð frá landsstýrinum

Tað sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum í fráboðan frá Vinnuhúsinum.

– Síðani 12. mars, tá ið ferðavinnan mátti niðurleggja alt sítt virksemi, hevur verið bíðað eftir einum hjálparpakka, og vit bíða enn, sigur Henny á Líknargøtu, og hon heldur fram:

– Vit í ferðavinnuni steðgaðu frá degi til dags við øllum virksemi, og vit hava samstarvað við myndugleikarnar á øllum økjum, samstundis sum vit hava hildið sáttmálan, ið er bygdur á álit. Nú er tíðin komin til, at landsins myndugleikar koma við einari upplatingarætlan og einari kompensatión, ið munar. Álit gongur báðar vegir.

Ferðavinnnan hevur fingið forboð at virka, og tí má ferðavinnan nú fáa endurgjald. Vit liva av tíðarskeiðinum frá apríl til oktober, og higartil hava vit mist so at siga alla ta væntaðu søluna í apríl, mai, juni og størsta partin av juli og august. Higartil hevur ferðavinnan sostatt mist áleið 70% av søluni í 2020. Óansæð hvat so kemur hendan sølan ikki aftur.

Ferðavinnan hevur møguleika at bjarga 30% av árinum, men tað krevur, at vit fáa greið boð nú.

Vinnan hevur sølu liggjandi á bók fyri seinnu helvt av árinum, og hesari sølu hava vit møguleika at bjarga, men tað krevur greið boð, og at politiski myndugleikin nú arbeiðir við einari greiðari upplatingarætlan.

Peningurin fossar út úr vinnuni hvønn dag – hetta er sjálvsagt ikki haldbart, og tí má vinnan fáa greið boð um, nær vit lata upp, og um vit lata upp. Hvør dagur telur, og fyri hvønn dag vit bíða, kostar hetta okkum milliónir.

– Evropa arbeiðir við at lata mørkini upp hálvan juni, og her eiga vit ikki at standa uttanfyri, men heldur arbeiða við somu loysnum, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.