Vinnandi stílurin í kappingini hjá undirvísingar- og mentamálastýrinum

Skúlin í 21. øld.

Ilt er at spáa um framtíðina, og eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, siga orðatøkini. Hóast tað mangan er satt, er eisini neyðugt at gera sær tankar um, hvussu hesi ella hasi viðurskiftini munnu fara at hátta sær í framtíðini. Samfelagið kring okkum broytist alsamt skjótari, so hvørt sum tíðin fer. Hetta ger eisini, at tað kann tykjast bæði møtimikið og trupult at greiða frá sínum hugsanum um skúlan í 21. øld. Tá eg, hóast hesar trupulleikar, hætti mær at skriva eitt sindur hesum viðvíkjandi, fari eg í tí høpi at taka støði í skúlaskipanini, sum hon er í dag ­ og síðani haðan at royna at koma inn á, hvørjar broytingar eg haldi vera neyðugar, til tess at fáa ein skúla, ið búnar næmingar sínar frægast møguligt ?til at taka lut í framtíðarsamfelagnum.³1


Øll samfeløg gjøgnum allar tíðir hava havt sínar trupulleikar at berjast við. Her móti endanum á 20. øld eru eisini ymsir trupulleikar, sum gerast alt meira viðkomandi. T.d. eru heilar bøkur skrivaðar um eitt ávíst evni, summi kalla ?atomiseringin³ (sundurspjaðingin). Hetta er eitt fyribrigdi, ið gerst sjónligari kring allan heimin, eisini í Føroyum. Sagt øgiliga fyrakantað bytast samfeløgini upp í ymsar smærri bólkar, í staðin fyri stóru felagskapirnar, ið eyðkendu stórar partar av søgu okkara ­ eitt nú árúnaðarfelagsskapir, arbeiðsfelagsskapir, hugsjónarligir felagsskapir, osfr. Fyri bert fáum árum síðani vóru hesir felagsskapir stórur og tydningarmikil partur av gerandisdegnum hjá so at siga øllum borgarum. Hesir felagsskapir loysast upp, so hvørt sum vit nærkast ?framtíðini³. Menniskjan bytir seg upp í smærri og trengri áhugabólkar, ið tæna hinum einstaka menniskjanum í at røkka síni privatu endamál, ikki so nógv eitt nú familjunnar áhugamál ella onnur kollektiv virði.

Fyri hundrað árum síðani var bert hin eina trúargreinin umboðað í føroysku skúlunum og einans helt fáar politiskar áskoðanir. Næmingarnir vóru í meir ella minni mun tjóðraðir at tí samfelagsflokki, teir nú einaferð vóru føddir í. Á okkara døgum hava øll (skal tað eitast fyri) ­ um ikki heilt ­ so næstan somu møguleikar at búgva seg til eina hóskandi lívsleið og starv. Ymiskar hugsjónir um politik, átrúnað, mentan og annað eru allar umboðaðar innan skúlan, og fáur ivast í, at spjaðingin á hesum økjum tykist gerast alt meira umfatandi, so hvørt sum tíðin fer.


Hetta kemur uttan iva at gera lærarastarvið meir krevjandi og torført. Ein hin tydningarmesti spurningurin skúlanum viðvíkjandi er tí kanska: Hvussu skulu lærararnir búgvast út at møta hesum avbjóðingum? Longu nú eru lærarar afturúrsigldir á fleiri økjum, bæði í fólkaskúlum og á miðnámsskúlum, her hugsi eg serliga um kunnleika til eitt nú dataviðger, informatiónsheintan og hátøkniligt samskifti. Vit noyðast, so hvørt sum samfelagið broytist, eisini at broyta førleikakrøvini, vit seta lærarum og pedagogum, og ikki bert tøkniliga, men eisini menniskjaliga. Hetta, tí teir taka yvir alsamt størri part av arbeiði foreldranna at uppala nyggju ættarliðini.

Øll tekin benda á eitt komandi samfelag, ið leggur alt størri dent á sjálvbjargni hins einstaka, heldur enn at hann skal fella inn við hópinum; førleikan at heinta, greina, viðgera og velja út vitan, mótvegis tí at duga vitanina uttanat. Vitanin (kunningin, informatiónin) í dag er næstan at líkna saman við eina ovurstóra ballón, ið bara veksur og veksur, uttan tó at bresta. Lætta atgongdin til bøkur, bløð, filmar og sjónvarp og ikki minst internetið og góðu samskiftismøguleikarnir annars stuðla hesi gongd. Eingin sensurur er á internetinum, og tí liggur vitan um nærum alt ­ viðkomandi og óviðkomandi, neyðug og óneyðug, góð og vánalig, følsk og sonn vitan ­ hvørt um annað, og sveimar frítt runt í óveruliga rúminum, kallað ?cyberspace³. So hvørt sum ballónin bólgnar meir og meir, gerst eisini truplari at skilja ímillum ?lortin og pannukøkurnar³.

Samfelagsviðurskiftini broytast við alsamt skjótari ferð. Lærubøkur og vitan lærarans og foreldranna avoldast eftir styttri og styttri tíð (tað ger næstan alt annað eisini, enntá menniskju) ­ og má skiftast út og koyrast burt eftir stuttari tíð. Longu í dag er torført hjá teimum, ið ikki megna til fullnar at fylgja við í hesum náðileyst framfysna, fummutta og støðugt accelererandi jettflogfarinum, vit kalla ?nútíðarsamfelagið,³ at taka lut samfelagsliga (fyri slettis ikki at tala um framtíðarsamfelagið).

So kanska vit av røttum kunnu spyrja: Verður/er neyðugt at fylla vanliga stakvitan ­ eitt nú landalæru, trúarlæru, søgu, mállæru osfr. ­ niður í næmingarnar, soleiðis sum vit higartil kenna tað? Ella verður/er ikki skilabetri at læra næmingin sjálvan at savna og greina vitanina? ­ Lærir næningurin at hyggja í leksikon, internet ella aðra vitanargoymslu, skuldi ikki verið neyðugt at lært hann byirnar í U.S.A. uttanat. Hetta átti langt síðan at verið ásannað og viðurkent í nógv størri mun enn higartil. Alt ov leingi hava næmingar terpað ramsur og stakvitan, sum í roynd og veru ikki er neyðug. Hví terpa sálmavers og lítlutabell, tá ið øll eiga sálmabók og roknimaskinu, og øll duga at lesa og á at skyna tøl? Og var ikki betri at nyta orkuna soleiðis, at næmingarnir lærdu at virðismeta og skilja sálmavers sum heild, heldur enn at læra nøkur einstøk uttanat?

Ein annar viðkomandi spurningur, ið er tengdur at hasum fyrra, er eisini, um ikki skúlin átti at nytt meir orku til tess at givið næmingunum eitt breiðari heimsspekiligt lívsgrundarlag. Her hugsi eg ikki um ein ávísan hugsjónarligan bás at trysta næmingar inní ­ tvørturímóti ­ heldur eina grundleggjandi viðgerð og kunning um sálarlig, siðmentanarlig, átrúnaðarlig, hugfrøðilig og onnur viðurskifti, vit sum mannsbørn á fold ikki kunna snúgva okkum undan. Menniskjan er skapt til meira enn ovát, Gekk, eydnuhjól, heiladeyðar raðsendingar og annað innantómt og tannleyst undirhald ­ ið heldur enn at eggja til luttøku og støðutakan í bæði egnum og samfelagsligum viðurskiftum, í staðin rurar hana í ein blíðan, men tungan dúr!


Føroyingar skulu sjálvandi ikki glaðbeintir við báðum beinum loypa í eitt og hvørt rák, ið kemur uttan úr heimi, men miða ímóti at hava skynsama og positiva ávirkan á egna tjóð og aðrar við. Tó, til tess at náa hesum máli, er alneyðugt, at vit ikki eru ein tjóð av drumbum og byttlingum, utttan feril ella varhuga av, hvat og hvussu fyriferst úti í heimi. Tí er neyðugt, at skúlaverkið verður skipað eftir øðrum leisti enn hinum nú ráðandi (eg veit tíverri ikki rættiliga, hvørjar broytingar eru framdar í nyggju fólkaskúlalógini). Næmingarnir skulu lærast at læra, hjálpast til sjálvhjálp og búgvast til búning ­ hetta má vera hornasteinurin undir øllum skúlabygnaði.


Kanska er ikki so nógv ítøkiligt sagt um, hvussu skúlin fer at verða, men heldur, hvønn veg eg haldi hann átti at farið. Eingin ivi er um, at skúlin fer at broytast komandi árini ­ tað ger hann altíð ­ spurningurin er bara, um føroyingar tora at taka við avbjóðingunum at tillaga skúlan eftir teimum krøvum, framtíðarsamfelagið (og nútíðarsamfelagið??) eftir øllum at døma, kemur at seta sínum børnum. Um tað fer at eydnast, fáa vit tíverri ikki svar fyri í hesi øldini.


1: Uppgávuorðingin á faldaranum ³Stílakapping 1998²