Mánadagin klokkan 17 verða vinnararnir av sangkappingini hjá Føroya Sanglærarafelag avdúkaðir, og virðislønirnar verða handaðar. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og øll eru vælkomin
Íalt komu 87 uppskot inn til kappingina, og burtur úr hesi nøgd hevur ein óheftur dómarabólkur valt teir tríggjar vinnararnar.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at handa 1.virðisløn, Norðurlandahúsið handar 2.virðisløn, og Fø. Sanglærarafelag fer at handa 3.virðisløn.
Skráin er henda:
Vælkomin
Felagssangur
Barnakór Tórshavnar Musikkskúla syngur undir leiðslu av Joannu Johansen.
Framførsla og handan av 3.virðisløn, sum er 10.000 kr.
Framførsla og handan av 2.virðisløn, sum er 20.000 kr.
Framførsla og handan av 1.virðisløn, sum er 30.000 kr.
Felagssangur
Endi
Í sambandi við tiltakið er ein framsýning av føroyskum sangbóka- og tónleikatilfari.
Sangkappingin er ein liður í stóru Skúlasangbóka verkætlanini (www.skulasangbokin.fo).
Norðurlandahúsið, Fjølrit, Felagið Føroysk Tónaskøld, Tryggingarfelagið Føroyar, MMR, Tórshavnar Býráð, Føroya Lærarafelag, og Jákup Weyhe hava stuðlað kappingini og verkætlanini annars, sigur Føroya Sanglærarafelag.