Vinnarrnir av skóleistakapping funnir

Tað gjørdust Elsebeth Vang úr Kaldbak og Anna Marsten úr Klaksvík, ið vunnu skóleistakappingina sum Jamm í Klaksvík skipaði fyri. 33 skóleistapør komu inn til kappingina og meir enn 500 atkvøður vóru við í atkvøðugreiðsluni


Fyrst í mars mánað útskrivaði hondarbeiðs- og hugflogshandilin Jamm í Klaksvík eina skóleistakapping. Freistin at vera við varð sett til 15. apríl og rættiliga skjótt vísti áhugin fyri kappingini seg at vera heilt stórur. Kvinnur úr øllum landinum hava latið inn í alt 33 pør av skóleistum til børn og vaksin í alskyns litum og sniðum.
Og tað er ikki bara hugflogið, sum hevur fevnt víða í hesi sera forvitnisligu kappingini, sum man vera tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hugurin hjá føroyskum kvinnum at binda skóleistar hevur eftir øllum at døma heldur onki aldursmark. Yngsti luttakarin var nevniliga 10 ár meðan tann elsta var 93.

Gamalt og nýtt
Tá seinasta skóleistaparið var komið inn, fingu tey øll hvør sítt nummar og vórðu síðani løgd fram í handlinum til viðskiftafólkini at atkvøða um. Ikki færri enn 500 atkvøðuseðlar komu í atkvøðukassan hesar dagarnar, og tá avtornaði, vóru tað Elsebeth Vang úr Kaldbak og Anna Marsten úr Klaksvík, ið áttu vinnarapørini. Felags fyri tey bæði er, at tey í sniði, tilfari og litum eru ein samaneting av gomlum og nýggjum, men harfrá eru pørini sera ymisk. Parið hjá Elsebeth er bundið úr ráhvítum tógvi eftir traditionellum sniði, men við einum broderíi úr sama litið og stroppi við knappi omaná fótinum. Hóast hugskotið í sær sjálvum tykist einfalt, geva detajurnar hesum parinum nakað serliga fínligt yvir sær.
Tað kom rættiliga óvart á Elsebeth at hon vann við hesum parinum, tí hon bant tað í evstu løtu.
- Eg hoyrdi ikki um kappingina, fyrr enn dagin fyri freistin var úti. Men eg helt hugskotið vera so mikið gott, at eg setti mær fyri, at stuðla tí, um eg á nakran hátt náddi tað, sigur Elsebeth, sum viðgongur, at tað tískil bleiv heldur seint tað kvøldið, áðrenn hon kom í song.
Heldur ikki Anna hevði væntað sær at vinna við parinum, sum hon lat inn.mest fyri at vera við og stuðla tiltakinum. Skóleistaparið hjá Onnu er til børn og tøvt úr hvítari føroyskari ull. Hesir fittu skóleistarnir ganga nakað upp á leggin við smáum lillalittum silkibroderíum á síðuni og bregdabandi at knýta.

Møguliga út sum bók
Ása Justesen og Meiken Steinberg, stigtakarar til kappingna, eru avbera væl nøgdar við góðu undirtøkuna. Orsøkin til at tær fóru í holt við hetta tiltakið var, at tær fegnar vildu fáa til vega nakrar uppskriftir til skóleistar og annars varpa ljós á hetta serstaka føroyska fyribrigdi.
Tær báðar hava nevniliga varnast, at tað nærum er ógjørligt at finna uppskriftir til føroyskar skóleistar. Ikki tí, tað finnast nógv ymisk sløg av skóleistum, men kvinnurnar hava uppskriftirnar í høvdinum og skriva tær sjáldan niður. Sjálvt um hesar uppskriftirnar í ávísan mun ganga í arv, er vandi fyri, at nógvar av teimum bara hvørva.
Við hjálp frá teimum, ið hava tikið lut í kappingini, fara Ása og Meiken tí nú at skriva uppskriftirnar niður, so fólk fáa høvi at keypa sær eitt eintak.
- Tað hevði eisini verið stuttligt at givið uppskriftirnar út í bók, saman við smáu forvitnisligu søgunum um skóleistarnar, sum fleiri høvdu sent við. Eisini hevði tað verið ótrúliga spennandi at fingið onkran at lýst hetta serføroyska fyribrigdi út frá einum fólkalívsfrøðiligum sjónarhorni, halda Meiken og Ása, sum nú, kappingin er liðug, fegnar vilja nýta høvið at takka fyri góðu undirtøkuna. Hvør næsta kappingin verður, er ikki heilt greitt enn, men sum skilst hava tær báðar longu nú okkurt forvitnisligt í kvittanum.