Vinnulívsmaðurin Hans á Bakka 70 ár

Hans Jacobsen er føddur 29. november 1938 á Glyvrum, hann er sonur Johan Hendrik Jacobsen av Glyvrum og Jüttu Sophie Jacobsen, f. Jørgensen úr Miðvági. Hans er giftur við Oddvør, f. Simonsen úr Heiðunum, og eiga tey saman børnini: Regin, Jastrid, Anniku, Birnu og Rógva. Harafturat eiga tey 13 abba- og ommubørn.

Barnaárini á Glyvrum vóru nokk sum hjá børnum flest, men hesi árini undir krígnum var ikki nógv materielt. Pengar vóru nærum eingir, og lítið kundi keypast. Omma dugdi væl við lítlum, og heimið var fult av kærleika og gleði. Samanhaldið millum húsini á Bakka var gott. Abbi, Gammi og helst hinir brøðurnir eisini vóru sera skemtiligir og lættir av lyndi, og dugdu væl at síggja lívsins góðu síðir. Abbi var svorin avhaldsmaður, losjumaður og kirkjumaður.


Í 1945 var Hans sjey ára gamal, og byrjaði í skúlanum á Glyvrum, har Bjarnadal og konan vóru lærarafólk. Skúlin tey nýttu var tann lítli skúlin, sum stendur sunnan fyri Forna, “Gamli skúli” sum vit siga. Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; men tað gekk eisini. Tað var ikki óvanligt, um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt.


Liðugur við barnaskúlan fór Hans í 1953 á Háskúla í Hornabø, har Marius Johannesen var fyrsti lærari. Aðrir lærarar vóru: Símun av Skarði, Sigurd Joensen og Pól Johannes Lindberg. Hetta árið á háskúla hevði avgerandi týdning fyri Hans, og dámdi honum sera væl hetta árið.


Tá hetta árið var liðugt á háskúlanum var Hans 15 ár, hetta var í 1954. Neyðugt var at vinna pening fyri at kunna ganga víðari í skúla. Í 1954-1956 hjálpti hann til í Turkihúsinum á Glyvrum. Tað var P/F Ryggur, sum pápin og brøðurnir áttu í felag, sum hevði virksemið.


Teir vaskaðu og turkaðu fisk. Stóri fiskurin var turkaður til Spanien, hann var vanliga turkaður úti á fiskastykkinum. Tað gav besta prísin. Eftir 1950 var tað serliga fiskur sum var keyptur frá skipunum úr Grønlandi. Smærri fiskurin úr Grønlandi var turkaður inni.


Summi ár var nógv turkað til Italien og Portugal, men summi ár var meir turkað til Brasilien. Fiskurin til Brasilien varð vaskaður og stakkaður uttan salting, so hann gulnaði, áðrenn hann var turkaður, hann skuldi ræstna nakað, síðani var hann hart turkaður næstan sum træ og var pakkaður í smáar tunnur.


Sum 17 ára gamal fór Hans í 1956 á Handilsháskúla á Købmandshvile í Rungsted, við Keypmannahavn. Har lærdi hann grundreglurnar í handilsskapi og bókhaldi og fekk ástøðilgar førleikar fyri vinnuvirki.


Tað var tradisjón í familjuni at reka handil. Abbi Hans hevði rikið handil niðri á Bakka og Meinhard, farbróðurin, handlaði eisini eitt skifti í húsunum hjá sær. Hans var skjótt greiðir yvir, at hann mátti fáa nakað av kunnleika til handilsskap, og hetta gjørdist bíligast og skjótast við at fara á handilsháskúla í Danmark.


Í juli 1957 kom hann heimaftur til Føroya, og fór at hjálpa til í turkihúsinum, har tey turkaðu fisk.


Tá Hans var 18 ár í 1957, var broyting í vinnuligu viðurskiftunum á Bakka. Turkihúsini høvdu um hetta mundið sæð sínar bestu dagar. Tað blivu nú bygd flakavirkir ymsa staðni, og skjótt var at eingin rávøra var til turkingar. Bakkamenninir ætlaðu eisini at ganga hesar nýggju leiðirnar, men tá virkið var bygt í Heiðunum, var ikki grundarlag fyri fleiri flakavirkjum her á leið.


Virkið á Glyvrum fór av knóranum. Róland keypti bygningin aftur frá Sjóvinnubankanum nakað seinni. Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik, pápi Hans, at byggja hús fyri fólk. Hann hevði arbeitt sum húsasmiðjur fyrr, hevði m.a. verið við at bygt kirkjuna á Glyvrum og í Vági. Fyrsta húsið teir tóku uppá seg var fyri Gunnar Olsen á Glyvrum.


Samstundis sum Hans arbeiddi saman við pápanum, alt meira og meira við at byggja og umvæla hús, búnaðist ætlanin, at stovna egið virkið. Húsini vóru bygd við handilshøli í kjallaranum, við góðari hjálp frá pápa og hjálp frá familjuni, serliga Gamma (Klæmint) og Martin pápabeiggjanum. Klárt var at opna handilin í 1959. Hans bygdi fleiri hús saman við pápanum, teir bygdu eina røð av húsum hesi næstu árini – eini 10-12 íalt.


Eisini var hann um hetta mundi nógv uppi í losjuarbeiðinum, kappróðrarfelag bleiv stovnað og av og á vóru boð at sparka fótbólt við Toftamonnum við ”ZIG ZAG”.


Vinniliga virkið hjá Hans:

Í 1968, tá Hans var 29 ár, byrjaði hann saman við brøðrunum Rólant og Martin í smáðum sildaframleiðslu á Bakka, bygdu fyrsta virkisbygningin hjá Bakkafrost. Fólkið við Skálafjørðin hevði nógv við sild at gera. Í nógv ár hevði eingin sild verið, men í 1967 byrjaði sildin at koma aftur. Klæmint og Róland royndu eftir sild, og Hans kom í samband við tveir danar, sum høvdu møguleika at selja sildina til danir í spannum.


Hetta var neistin til fyrsta Bakkafrost. Seinni bleiv keypt frá ymsum bátum á Skálafjørðinum og frá sildabátum av Sandoyarbankanum. Sildin var saltað, kryddað og súrgað. Ein ’Arenko’ flakamaskina var keypt í 1970 sum skjótt og effektivt kundi flakaskera nógva sild. Henda var keypt umvegis Marr & Co, hon var keypt frá Lübbert í Týsklandi. Tá var nógv sild at fáa, og var sildin m.a. seld til Abba í Svøríki, eisini var skorið fyri Nyk á Toftum sum keypti frá ymsum bátum. Nykur hevði eisini gjørt avtalu við Marr & Co um sølu til Abba, men teir høvdu onga maskinu. Flakamaskinan stóð í lítla virkisbygninginum, sum ídag er kantinan á Bakkafrost. Um hetta mundið varð kannað um tilbar at keypa hermetikklinjuna frá Kjølbro í Klaksvík, tað vísti seg at bera til at fáa hesa til keyps fyri ein lagaligan prís saman við uppskriftum. Skjótt hevði Bakkasildin meginpartin av føroyska marknaðinum fyri sild í gløsum. Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, lítið – ella at kalla einki pláss var til starvsfólkaviðurskifti og umsiting. Eisini gjørdu teir skip út til sildafiskiskap hesi árini.


Í 1972 var Hans 33 ár, teir bygdu Bakkafrost út og fóru undir veruliga framleiðslu av liðugtvøru úr sild í gløsum. Bygdu nýggjan stóran elementbygning norður úr verandi bygningi. Framkomin flakalinja var sett upp, eins og nýggj linja til at framleiða sild í gløs var keypt. Hetta var stór íløga eftir umstøðunum, eisini var pláss til kantinu, wc, umklæðing og skrivstovu. Harumframt var kanningarstova, har m.a. arbeitt varð við vøruroyndum og vørumenning. Nótaskipini landaðu sild til Bakkafrost, sum var skorin og framleidd til víðari virkingar bæði á Glyvrum, og uttanlanda. Eisini íslendsk skip landaðu sild á Glyvrum. Nógv fólk var til arbeiðis, hesi komu bæði av Skálafjørðinum og øðrum bygdum úr Eysturoynni.


Í 1977 var Hans 38 ár, teir byrjaðu at pakka flatfisk frá føroysku flakavirkjunum til enska marknaðin. Sildaveiðubannið í Norðsjónum viðførdi, at trupult var at fáa hendur á nóg stórum mongdum av sild til at hava eina effektiva framleiðslu, tí var fíggjarliga grundarlagið ivasamt fyri framhaldandi rakstri, og neyðugt var at hyggja at nýggjum møguleikum. Hildið var tó fram við avmarkaðari sildaframleiðslu í gløsum heilt fram til 1985.


Í 1979, tá Hans var 40 ár, fóru teir undir royndarframleiðslu av svartkjafti til matna. Hetta var gjørt í tøttum samstarvi við Heilsufrøðisligu Starvsstovuna, sum vegna Landsstýrið arbeiddi við ymiskum royndarvirksemi innan fiskivinnu. Leivur Øssurson royndarfiskaði eftir svartkjafti, og hildið var, at gjørligt kundi verið at fingið lønandi vinnu úr hesum fiskiskapi. Í byrjanini vóru sildamaskinurnar umbygdar, soleiðis at hesar ístaðin fyri at skera sild, kundu skera svartkjaft. Teknikarar frá týsku verksmiðjuni BAADER, sum høvdu bygt maskinurnar, komu til Føroya og vóru her í langa tíð fyri at umbyggja maskinurnar til svartkjaftaframleiðslu. Seinni vórðu nýggjar maskinur keyptar, sum vóru gjørdar til svartkjaft frá grundini.


Í 1979 var eisini farið undir alivirksemi á Skálafjørðinum (seinni eisini í Sundalagnum og Lambavík). Hetta vísti seg seinni at gerast høvuðs vinnuliga virksemi. Fingu sum eitt av fýra feløgum í 1979 loyvi til at byrja aling av laksi og sílum í Føroyum. Fyrstu árini var tó trupult at fáa hendur á smolti, einans Fiskaaling framleiddi smolt, og var hetta meir á vísindaligum støði heldur enn sum ein framleiðsla. Fyrstu árini fekst einans hendur á umleið 15-25.000 smoltum til hvørt felag, so hóast prísurin á laksi var høgur, var ikki stóra lønsemi í vinnuni, gongdin vísti tó at møguleikar vóru á hesum øki.


Í áttatiárunum bygdu teir Bakkafrost út til svartkjaftaframleiðslu, framleiðslu av alifóðri, surimiframleiðslu, framleiðslu av flamingokassum og innfrysting av pelagiskum fiski.



Í nýtiárunum var ein trupul tíð í Føroyum, og var hetta eisini ein tung tíð á Bakka. Í 1992 fór felagið konkurs; men var endurreist. Farið var m.a. undir royking av laksi og seinni undir framleiðslu av portiónum úr laksi. Hetta síðsta hevur víst seg at roynst væl og hevur givið støðuga framgongd.


Hóast Hans nú er 70 ára gamal, er hann framvegis dagligur partur av leiðsluni í vinnuliga virkseminum umframt partur av nevndini. Hansara skynsemi, ágrýtni og fasta trúgv uppá vinnumøguleikar hava verið avgerandi fyri framgongdina í vinnuliga virkseminum.


Sjálvt um tann vinnuligi parturin hevur havt stóran týdning í lívinum hjá Hans, so hevur tað andaliga verið tað grundleggjandi í lívi hansara, síðani hann tók við trúgv sum ungur. Eisini á hesum øki hevur hann verið sera virkin bæði innan fólkakirkjuna og Kelduna í Skálafirði.

Heimið hevur altíð verið merkt av Guðsótta og Bíblian hevur altíð verið ein náttúrligur partur av daglgidegnum.


Sum børn kunnu vit minnast løturnar sunnudagar, tá babba læs úr Bíbliuni, og vit bóðu saman. Mamma og babba lærdu okkum ígjøgnum teirra lív at kenna Jesus, og hetta eru vit so sera takksom fyri. Hetta er ein dýrgripur sum ber inn í tað æviga lívið, sum vit hava fingið.


Takk babba fyri kærleikan Eitt ríkt og signað lív ein fær

tú vísti okkum sera væl. ið Harran óttast, livir nær. 


Við tíni hond og umsorgan Av sonnum sigast kann um teg,

So signað eru vit og sæl at lyftið ognaði tú tær


Vit fara at ynskja tær blíðan byr víðari, og at Harrin má signa teg við nógvum góðum árum afturat saman við tínum kæru.


Heilsan,

Regin, Jastrid, Annika, Birna og Rógvi v.fam


Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið saman við familjuni.