- Vinnuliga hava vit yvirlivað koronu

Men, farsóttin gjørdist kortini drúgvari og hevði fleiri avleiðingar, enn stjórin á Vestmanna Seafood hevði roknað við.

 

 

Eyðun Olsen er stjóri á Vestmanna Seafood, sum er eitt lítið uppsjóvarvirki.

 

 

Á Vestmanna Seafood merkja tey einki serligt til koronu ella avleiðingar av koronu í løtuni. Men, tá farsóttin breyt út og fór at gera um seg um okkara leiðir, ávirkaði hetta bæði sølu, valuta og í aðrar mátar negativa vegin. 

 

- Í byrjanini var trupult at meta um, hvat hetta kundi enda við, men vit vóru ikki stúrin. Vit vistu jú ikki meira enn, hvat onnur søgdu og væntaðu. Farsóttin gjørdist kortini drúgvari og hevði fleiri avleiðingar, enn eg av fyrstan tíð hevði væntað. 

 

Tað sigur stjórin á Vestmanna Seafood, sum er eitt lítið uppsjóvarvirki. 

 

Eyðun Olsen heldur, at í dag er korona helst nakað, vit bara mugu læra at liva við - í øllum førum fyribils, og vinnuliga hevur Vestmanna Seafood yvirlivað farsóttina. Sjálvsagt hevur verið tungt at fingið alt upp aftur at koyra eftir stagnatiónina, og í heyst hava tey bíðað nógvar dagar eftir makreli.

 

- Vit arbeiða mest uppsjóvarfisk. Her hava prísirnir á eitt nú makreli kanska verið heldur lægri í ár enn annars. Men, tá rávøruprísurin ikki er so ógvuliga høgur, verður prísurin fyri lidnu vøruna gjarna eisini lægri, enn hann annars hevði verið.

 

Orsøkin til, at prísurin á makreli hevur verið heldur lægri í ár, er, at makrelur nú eisini hevur verið veiddur um summarið, og tá er hann ikki bestur til dygdar. Eingin strandalandaavtala er um makrelin, og tí royna londini, sum vóru partur av semjuni, hvør í sínum lagi at fáa sum mest burtur úr sínari kvotu.

 

- Vit einkultfrysta makrelin, og vit hava skorið nakað av flaki, sum eisini verður einkultfryst. Vit gera tað, sum vit halda loysir seg best, sigur stjórin, sum sigur seg vóna, at heystið fer at roynast, bæði til makrel og sild.

 

Eyðun Olsen leggur aftrat, at tá sildavertíðin nærkast, fara tey á Vestmanna Seafood eisini at liggja fram við at keypa og arbeiða sild.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.

 

 

 

 

 

Eyðun Olsen er stjóri á Vestmanna Seafood, sum er eitt lítið uppsjóvarvirki.