Vinnumálaráðið lovar bata

Vinnuhúsið hevur vegna gistingarhús- og matstovufelagið, sum heldur til í húsinum, í drúgva tíð ført fram fyri Vinnumálaráðnum, at handilsligu treytirnar, sum matstovur og gistingarhús fáa í Rúsuni, eru burturvið. Men nú er ein glotti at hóma fyri framman.

Í farnu viku gramdu nakrir matstovustjórar seg her í blaðnum um handilsligu treytirnar, ið teir fáa í Rúsuni, tá ið teir keypa vín og brennivín. Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, er samdur í atfinningunum, men hann sigur eisini, at Vinnumálaráðið hevur lovað bata í hesum sambandi.

Fáa heimild at geva avsláttur
Jan Mortensen sigur, at síðst í oktobur mánað í fjør fekk Vinnuhúsið eitt uppskot um nýggja kunngerð fyri Rúsdrekkasøluna til hoyringar, sum millum annað loyvdi Rúsuni at veita matstovum og gistingarhúsum at keypa upp á borg og at fáa mongdaravsláttur.
 Vit tóku undir við nýggju kunngerðini og sendu beinan vegin Vinnumálaráðnum aftur. Vit hava roynt at fingið svar upp á, hvar málið liggur, og eg havi júst nú verið í Vinnumálaráðnum og spurt meg fyri. Har siga tey, at kunngerðirnar væntandi verða lýstar í komandi tingsetu. Tað merkir, at hetta væntandi kemur í gildi í komandi mánað, sigur Jan Mortensen.
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at alla aðrastaðnis er tað vanligt, at størri kundar so sum matstovur og gistingarhús fáa vín og brennivín til heilsøluprís, men soleiðis er ikki í Føroyum. Hann heldur tí, at tað er upp á sítt pláss, at hesin trupulleiki verður loystur nú, soleiðis at matstovurnar fáa betri kor at virka undir. Eins og fleiri onnur hava ført fram í miðlunum, so heldur Jan Mortensen tað verða ein trupulleiki fyri Rúsdrekkasølu Landsins, at stovnurin hevur fingið álagt at hava eitt ávíst yvirskot av landsmyndugleikunum, tí tað merkir, at prísirnir noyðast at verða á einum ávísum støði.