Løgtingið skal seinnapartin taka støðu til, um landsstýrismaðurin í vinnumálum skal hava nakað at skula sagt, tá samsýningar til stýrislimir og løn hjá stjóranum í ALS skulu ásetast.
Johan Dahl bar lógaruppskot um hetta í løgtingið í kjalarvørrinum á gylta lógvatakinum til nú fyrrverandi ALS-stjóran, Ernst Jacobsen.
Men líkt er ikki til, at landsstýrismaðurin fær undirtøku fyri sínum uppskoti.
Vinnunevndin mælir landsstýrismanninum til at taka lógaruppskotið aftur.
Í sínum áliti skrivar Vinnunevndin millum annað soleiðis:
- Nevndin er samd um, at tann fráfaringaravtalan, sum ALS-stýrið gjørdi við fráfarna stjóran í ALS, kann skapa gróðrarbotn fyri, at tað almenna leggur uppí og tekur sær rætt til at avgera, hvørja samsýning stýrið skal hava, og hvussu setanarviðurskiftini hjá stjóranum skulu vera.
- At tað almenna við hesum uppskotinum blandar seg upp í ALS, er ímóti tí siðvenju, sum hevur verið higartil, tí tað almenna hevur sum høvuðsregla ikki viljað blandað seg upp í ALS sum eina skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av.
Og víðari sigur Vinnunevndin:
- Tá stýrið er farið í holt við samsýning til stýrislimirnar og setanarviðurskiftini hjá stjóranum, er Vinnunevndin av tí áskoðan, at tey skulu fáa tíð fram til oktober í ár til at koma við einum uppskoti til loysn um samsýningar til stýrislimir og setanartreytir hjá stjóranum.
Tí mælir Vinnunevndin til, at landsstýrismaðurin í hesum umfarinum tekur málið aftur, og ístaðin mælir Vinnunevndin landsstýrismanninum til at gera generellar leiðreglur, umframt aðrar treytir, viðvíkjandi samsýningum fyri allan tann almenna geiran.
Tað er ein samd Vinnunevnd, ið mælir landsstýrismanninum til at taka uppskotið aftur. Málið er á dagsskrá til løgtingsfundin, sum byrjar klokkan 11.