Í eini roynd at finna eina semju innanhýsis í samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan, var fundur í gjár millum teir tríggjar floksformenninar í samgonguni, Aksel V. Johannesen, løgmann, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, og umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini, ið eru Bjørt Samuelsen, forkvinna, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen.
Fundurin kom í lag, eftir at fundur var í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum í gjár, har politisku umboðini vóru savnað at viðgera politisku støðuna og serliga arbeiðið við fiskivinnunýskipanina.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, viðgekk fyri Kringvarpinum eftir fundin, at neyðugt er at gera broytingar, um uppskotið skal samtykkjast, og Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, og ein teirra, ið ikki tekur undir við verandi uppskoti, segði við in.fo í gjárkvøldið, at endamálið við seinna fundinum var at hyggja nærri at ósemjunum.
Meira er at frætta um málið í tíðindunum hjá Rás2 klokkan 12, tá Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, verður at hoyra beinleiðis í útvarpssendingini.