Á aðalfundi hjá Sp/f Vinnuvitan í gjár varð roknskapurin fyri 2006 lagdur fram. Roknskapurin vísir eitt avlop upp á slaka hálva millión kr. aftan á skatt Leiðslan fegnast um úrslitið, sum er mett at vera avbera gott, tá hugsað verður um allar tær íløgur, sum felagið hevur gjørt seinsta árið. Her verður serliga hugsað um íløgur í datugrunnin Vinnuvitan.biz, sum nú er eitt nógv brúkt amboð hjá føroysku vinnuni. Á Vinnuvitan starvast 18 fólk, og felagið er í støðugari menning. Á aðalfundinum varð Vinnuvitan umskipað til partafelag, og í hesum sambandi var partapeningurin hækkaður til 560.000 kr. Nevndin í felag var afturvald, í henni sita: Knút P. Jacobsen, formaður, Óli á Deild Olsen, Magni Olsen og Ernst S. Olsen.