Vinstri fær ein frammaná

Vinstriflokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra missir altsamt fleiri veljarar Var fólkatingsval nú, hevði stjórnarflokkurin Vinstri fingið 21,3 prosent av atkvøðunum. Fyri einari góðari viku síðani gav ein kanning flokkinum 26,1 prosent, og á seinasta vali fekk flokkurin 29 prosent.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at afturgongdin hevur helst samband við, at Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, hevur víst aftur at geva almennu starvsfólkunum meiri løn.

Sosialdemokratarnir eru sambært nýggju kanningini nógv tann størsti flokkurin í Danmark nú við 27,6 prosenum av atkvøðunum.